Føroyameistara (FM) kappingin í SKEET 2020

Møtitíð og staður
Leygardagin 22. august 2020 kl. 9:00 á breytini hjá Vestmanna Byrsufelag. Skjúttar skulu møta kl. 08:30.

Sunnudagin 23. august 2020 kl. 13:00 á breytini í Sandvíkum. Skjúttar skulu møta kl. 12:30

Tilmelding
Tilmelding fer fram við at útfylla hetta oyðublað: >>Trýst her <<

Tilmeldingarfreistin er hósdagin 20. august 2020 kl. 20:00.

Prísur
Kostnaðurin fyri kappingina er 250 kr., sum skal gjaldast kontant áðrenn kappingarbyrjan fyrra dagin.

Kappingin
Skotið verður eftir 75 dúgvum leygardagin og 50 dúgvum sunnudagin. Síðani fara 6 teir fremstu skjúttarnir í eina finalu, sum verða skotin eftir ISSF OL-skeet finalu reglum.

Fyrri kappingardagurin telur við í Føroya Cup 2020, og í úttøkuni til oyggjaleikir 2021. Endaplássini sunnudagin telja við í Grand Prix 2020.

Vinningar
Umframt heiðursmerki og steyp, verða pengavinningar latnir, eftir ávísum treytum.

Sí annars treytir v. m. fyri FM 2020 her: Trýst her

Listi við tilmeldingum: Trýst her

Vinarliga
Skjótisamband Føroya
Esmar Joensen, formaður