Úttøka til Nordic Shooting Region (NSR)

Nordic Shooting Region (NSR)
Reglar fyri úttøku av føroyska landsliðinum.

Úttøkan
Skjúttar sum samanlagt hava skotið flest dúgvur (fyrstu 75 dúgvurnar) av sínum bestu 4 kappingum úttøku tíðarskeiðið, verða úttiknir til landsliðið.
Stendur á jøvnum verður talt aftureftir.
Fyrst verður hugt eftir bestu kapping.
Er framvegis javnt, verður hugt eftir næst bestu kapping.
Er framvegis javnt, verður hugt eftir triði bestu kapping.
Er framvegis javnt verður hugt at besta umfarið síðani næstbestu o.s.fr. Tá talt verður aftureftir telja bert kappingar við, sum telja við í úttøkuni.

Landsliðið
Tríggir skjúttar verða úttiknir, at umboða Føroyar í OL-skeet.
Tríggir skjúttar verða úttiknir, at umboða Føroyar í OL-trap.
Aftrat hesum tilskilar SkF sær rætt til eyka pláss til aðrar skjúttar og umboð frá SkF.

Avboð
Skjútti sum verður úttikin til landsliðið, skal boða frá í seinasta lagi 2 dagar aftaná at úttøkan er liðug, um hann kemur við ella ikki kemur við. Eftir hetta er plássið bindandi, og endurgjald kann krevjast av skjútta, um hann meldar avboð í úrtíð, uttan haldgóða grundgeving.
Tá avboð er, verður næstur skjútti á listanum, tá úttøkutíðarskeiði varð liðugt, úttikin.
Skjútti sum verður úttikin, skal verða limir í føroyskum skjótifelag undir SkF, og hava síni limaviðurskifti í ordan, og venja regluliga í Føroyum.

Kappingar í Føroyum
Allar almennar skeet og trap kappingar í Føroyum, sum standa í kappingarkalendaranum hjá SkF, telja við í úttøkuni til NSR.

Kappingar uttanlands
Upp til tvær almennar kappingar uttanlands kunnu telja við.
Tá útlendska kappingin er liðug, skal avrit av tølunum í umførinum, beinanvegin sendast til skot@skot.fo. Tøl sum ikki verða fráboðað innan 14 dagar eftir at kappingin er liðug, telja ikki við í úttøkuni.

Aðrar kappingar
OL-skeet og OL-trap kappingar telja við treytaleyst, um tær verða skotnar eftir galdandi ISSF reglum.
Aðrar kappingar, sum t.d. ABT kunnu telja við, um tær verða skotnar í minsta lagi eftir somu reglum, sum OL-trap og OL-skeet. Eru ivamál, er tað ábyrgdin hjá skjúttunum, at prógva hetta.

Úttøku tíðarskeið
Úttøku tíðarskeiði er frá 1. januar árið fyri NSR skal verða, og til 60 dagar áðrenn fyrsta kappingardagin í NSR.

Dømi:
1. Verður NSR í 2022, byrjar úttøkan 1. januar 2021, og endar 60 dagar áðrenn fyrsta
kappingardag.
2. Verður NSR í 2023, byrjar úttøkan 1. januar 2022, og endar 60 dagar áðrenn fyrsta kappingardag.
3. O.s.fr. o.s.fr……

Samtykki
1. Reglur samtyktar á nevndarfundir í SkF, í Vestmanna tann 4. nov. 2020.