28 ára hald hjá SBF 2014

Í samband við at tað eru 28 ár liðin, síðani Sunda Byrsufelag varð stovnað, var kapping hildin leygardagin 12. apríl á skjótibananum við Norðskála. Undirtøkan var góð, 15 skjúttar høvdu meldað seg til kappingina. Veðrið var okkum tíverri ikki til vildar, og tí tók tað nokk so drúgva tíð at fáa kappingina avviklaða, og hóast úrslitini hjá monnum hava verið betri, so varð spenningur í, tá ið finalurundan í meistarabólkinum varð skotin. Tá ið avtódnaði, var tað Jóannis Joensen, sum fór avstað við sigrinum. Nr. 2 gjørdist Sjúrður Knudsen og nr. 3 gjørdist Eirikur Elisson. Í A-bólkinum gjørdist Tórður Fløtt nr. 1, Sámal Debes nr. 2 og Johnhard Klettheyggj nr 3. Sunda Byrsufelag takkar fyri eina góða kapping.

 

Meistara Bólkurin
Navn U1 U2 U3 Tils Semif. Bronsa Finala Støðan
Jóannis 16 18 19 53 8   8 1
Sjúrður 19 16 15 50 9   6 2
Eirikur 18 15 15 48 7 8+3   3
Marius 20 17 19 56 6 8+2   4
Hávard 18 17 17 52 4     5
Jógvan 15 14 18 47 3     6
A Bólkurin
Navn U1 U2 U3 Tils Støðan      
Tórur 13 18 16 47 1      
Sámal 16 17 13 46 2      
Johnhard 14 15 16 45 3      
Gunnar 13 17 15 45        
Rúni 12 12 15 39        
John c 14 12 9 35        
Fróði 8 10 15 33        
Sigurd 8 11 13 32        
Adrian 9 11 12 32