Hendan skipan verður í løtuni eftirmett, í meðan eftirmetingin fer fram, verður ongin nýggj avtala gjørd.
Høvið er hjá ungum og nýggjum skjúttum, at søkja patrón og dúgvustuðul til at venja fyri í eitt tíðarskeið.
Treytir fyri at fáa stuðulin er at:
- Umsøkjari er limir í einum av limafeløgunum undir SkF, og hevur síni limaviðurskifti í ordan
- Umsøkjari møtir regluliga á skjótibreyt venur fyri stuðulin
- Umsøkjari luttekur í skjótikappingum í Føroyum
- Umsøkjari hevur sum mál, at luttaka í kapping uttanlands
- Ikki letur øðrum stuðulin
Oyðublað til søkja stuðul við, sæst her: http://bit.ly/2WCdJCD
Eftir at umsóknin er móttikin, verður hon send víðari til limafelagið, sum í samráð við SkF ger tilmæli, um umsøkjari er egnaður at fáa venjistuðul.