Ískoyti fyri egna rokning
SkF letur ískoyti til íðkarar, sum luttaka á kappingum ella venjingarlegu uttanlands fyri egna rokning.
Treyturnar eru:
- 3.500,00 kr. pr. ferð.
- Í mesta lagið 3 ferðir í einum álmanakka árið.
- Íðkari skal verða limur í einum av limafeløgunum í SkF, og ikki verða í eftirstøðu í meira enn ½ ár í limafelagi hann er limur í.
- SKF kann brúka úrslit frá kapping til hagtøl, tíðindaskriv v.m.
- Hava vant regluliga, og luttikið regluliga í kappingum í Føroyum seinastu tíðina.
- Umboða eitt av limafeløgunum í SkF, í tiltakinum søkt verður stuðul til.
Stuðul verður ikki latin, tá íðkari luttekur í kapping um meistaraheiti uttanlands.
Beinanvegin kapping ella venjingarlega er liðug, skal íðkari senda umsókn um ískoyti til SkF.
Verður umsókn ikki móttikin, innan 20 dagar aftaná seinasta dagin í kappingini ella venjingarleguni luttikið verður í, verður onki ískoyti latið.
Skráset hetta oyðublað fyri at søkja ískoyti:
[ Trýst her ]
Landslið
Ferðatrygging
Tá íðkari verður úttikin til landsliðið, at umboða Føroyar á skjótikappingum ella venjingarlegu uttanlands, teknar SkF ferðatrygging vegna íðkaran.
Uppihald o.a.
Verður íðkari úttikin til landsliðið, fær hann goldið venjiútreiðslur og luttøkugjald til kappingina ið hann skal luttaka í vegna Føroyar.
Landsliðsíðkarar fáa eisini dagpengar til kost, ið verða ásettir eftir kostnaðarstøðinum í landinum ferðast verður til, og hvørjar máltíðir eru íroknaðar í uppihaldið.
Endurgjald fyri mista inntøku ella mista frítíð, verður ikki endurgoldið av SkF, tá íðkari er í ørindum uttanlands fyri SkF. Men undantak kann gerast, um starvsnevndin í SkF metir at tað er neyðugt.
Ferðaskjøl, loyvir v.m.
Tað er ábyrgdin hjá íðkara, at hava ferðapass, vápnapass, skjótiprógv, ferðaloyvi og onnur loyvi í ordan, til uttanlandsferðina.
Eyka ískoyti
Les meira