
Føroyska landsliðið í leirdúgvuskjóting hevur í 2026 luttikið í fýra altjóða kappingum kring Evropa. Altjóða kappingarárið endaði við Evropameistaraheitinum í Grikkalandi, har seks føroyskir íðkarar umboðaðu Føroyar í OL trap og OL skeet.
Árið hevur eisini verið merkt av góðum úrslitum, millum annað tveimum bronsuheiðursmerkjum á Norðurlandameistaraheitinum í Estlandi.
Evropameistaraheitið í Grikkalandi
Seinasta stóra altjóða kappingin hjá føroyska landsliðnum í 2026, var Evropameistaraheitið í leirdúgvuskjóting, sum varð hildið í Grikkalandi frá 27. september til 13. oktober.
Føroyar vórðu umboðaðar við seks íðkarum, trimum í OL skeet og trimum í OL trap.
Í OL skeet stóð Tórur Fløtt fyri besta føroyska úrslitinum. Hann rakti 112 av 125 dúgvum og endaði á 72. plássi. Serliga væl gekst hjá Tóri í fjórða umfari, har hann rakti allar 25 dúgvurnar, og í øðrum umfari rakti hann 24 dúgvur.
Pól Jóhannus Smith Jensen rakti 102 dúgvur og endaði á 85. plássi, meðan Jógvan Egholm rakti 98 dúgvur og endaði á 89. plássi.
Í OL trap gjørdist Bartal Klettheyggj besti føroyingur við 107 dúgvum og endaði á einum 94. (vaksnamanna)plássi. Bartal hevði ein sera góðan enda á kappingini, har hann rakti 24 og 23 dúgvur í teimum báðum seinastu umførunum.
Esmar Joensen rakti 105 dúgvur og endaði á 96. plássi, meðan Johnhard Klettheyggj rakti 96 dúgvur og endaði á 99. plássi.
Tvey bronsuheiðursmerki í Estlandi
Eitt av hæddarpunktunum í 2026 var Norðurlandameistaraheitið í Estlandi í august, har føroysku íðkararnir vunnu tvey bronsuheiðursmerki í OL trap.
Hjá vaksnum megnaði Alex Johannesen at vinna bronsu, eftir at hann hevði rakt 101 dúgvur í innleiðandi kappingini, og síðani tryggjað sær triðja plássið í finaluni.
Hjá unglingum vann Bartal Klettheyggj eisini bronsu. Bartal rakti 94 dúgvur í innleiðandi kappingini og endaði á triðja plássi í finaluni.
Hesi bæði bronsuheiðursmerki vísa, at føroyskir íðkarar kunnu gott gera seg galdandi í norðurlendskum høpi.
World Cup í Lonato, Italia
Í juli luttók føroyska landsliðið í World Cup í Lonato í Italia. Kappingin savnaði íðkarar úr øllum heiminum.
World Cup eru ein týðandi partur av altjóða skjótiítróttini, og luttøkan í Lonato gav føroysku íðkaranum virðismiklar royndir í einum kappingarumhvørvi við høgum støði, sum koma teimum tilgóðar seinni.
Landsdystur í Nordisk Trap í Grindsted
Í august luttók føroyska landsliðið í Nordisk Trap, í landsdysti í Grindsted í Danmark.
Nordisk Trap er ein onnur grein innan leirdúgvuskjóting enn tær olympisku greinarnar, og landsdysturin gav føroysku íðkararnum møguleika, at kappast móti norðurlendskum íðkarum og menna samstarvið við hini Norðurlondini.
2027
Nú verður hugt frameftir móti 2027, tá m.a. oyggjaleikirnir verða hildnir í Føroyum. Altjóða royndirnar frá 2026, verða ein týðandi partur av fyrireikingunum hjá føroysku íðkaranum og SkF til leikirnar. Eisini eru ætlanir um at luttaka í líka nógvum altjóða kappingum í 2027 sum í ár, men hetta er sjálvsagt treyta av fígging úr altjóða puljuni.
At umboða Føroyar í altjóða kappingum, er helst ein av størstu avbjóðingunum ið føroysku leirdúgvuíðkarar kunnu fáa í løtuni. At kappast ímóti íðkarum í heimselituni, setur krøv til bæði tekniskan førleika, støðufesti og sálarligt trýst.
SkF sum sersamband mennist eisini, og tað verður lagt tilmerkis til okkum, og forvitni um Føroyar er óvanliga stórt. Sersambandið hevur frá byrjan altíð verði á tí fatan, at nú vit eru limir í altjóða felagsskapum, so skulu vit eisini brúka limaskapin, at vísa okkara Merki ímillum allar heimsins tjóðir.





































