Burturbeining av høglbyrsu

Burturbeining av høglbyrsu, vegleiðing móttikin frá løgregluni sept. 2018.

Um ein vil burturbeina eina høglbyrsu er mannagongdin hendan:

  • Avmelda byrsuna á Umhvørvisstovuni
  • Sker lásihúsan (baskyluna) mitt yvir við einum vinkluslýpara
  • Sker pípuna sundur miðskeiðis í patrón kamaranum, við einum vinkluslýpara
  • Sker pípuna sum er eftir, í tvey uml. líka stór petti, við einum vinkluslýpara
  • Lutirnir verða burturbeindir sum jarn á ruskplássinum

Er ein í iva, ber til at lata byrsuna inn til løgreglustøðina.