Íðkari kann søkja um eyka ískoyti til servenjingarlegur uttanlands, men tá skal søkjast í góðari tíð áðrenn venjingarlegan verður, og aðrar treytir fylgja við. M.a. at vænta verður av íðkara, at hann miðlar víðari í Føroyum, tað hann hevur lært á venjingarleguni, vegna SkF.
Umsóknin verður viðgjørd av starvsnevndini í SkF, á næst komandi starvsnevndarfundi.
Umsøkjari góðtekur, at starvsnevndin í SkF, sær allar upplýsingar í umsóknini, og at umsóknin nýtist ikki at verða svarað, áðrenn venjingarlegan byrjar. Tað merkir at umsøkjari er ikki tryggjaður, at fáa ískoyti áðrenn farið verður avstað.
Skrivlig avtala millum umsøkjara og SkF verður gjørd, áðrenn ískoyti verður goldið.
Oyðublað til at søkja eyka ískoyti til servenjingarlegu uttanlands: [ Trýst her ]