Allar almennar OL skeet kappingar í Føroyum, sum standa í kappingarkalendaranum hjá SkF fyri 2023, telja við í Føroya Cup kappingini fyri SKEET.
Allar almennar OL trap og American trap kappingar í Føroyum, sum standa í kappingarkalendaranum hjá SkF fyri 2023, telja við í Føroya Cup kappingini fyri TRAP.
Tann skjúttin hevur vunnið, sum samanlagt hevur skotið flest dúgvur (fyrstu 75 dúgvurnar) av sínum bestu trimum kappingum alt kappingarárið.
Stendur á jøvnum verður talt aftureftir.
Fyrst verður hugt eftir bestu kapping.
Er framvegis javnt, verður hugt eftir næst bestu kapping.
Er framvegis javnt verður hugt at besta umfarið síðani næstbestu o.s.fr. Tá talt verður aftureftir telja bert kappingar við, sum skjúttin brúkar í FC samanteljingini.
Vinningar
1. vinningur 3.000 kr.
2. vinningur 2.000 kr.
3. vinningur 1.500 kr.
4. vinningur 1.000 kr.
5. vinningur 750 kr.
6. vinningur 500 kr.
Vinningar skulu nýtast innan kalendaraárið eftir t.v.s. des. 2024. Vinningarnir skulu nýtast skjótingini at frama t.d. skjótivenjingar, skjótiskeið, kappingar, skjótiútgerð o.s.fr. SkF skal góðkenna hvat vinningurin skal nýtast til.
Samtykki
1. Samtykt á nevndarfundi í SkF, í ÍSF húsinum tann 10. nov. 2022, at halda fram við somu reglum og vinningum.