Allar almennar OL skeet (OS) kappingar í Føroyum, sum standa í kappingarkalendaranum hjá SkF fyri 2024, telja við í Føroya Cup kappingini fyri SKEET.
Allar almennar OL trap (OT) kappingar í Føroyum, sum standa í kappingarkalendaranum hjá SkF fyri 2024, telja við í Føroya Cup kappingini fyri TRAP.
Tann skjúttin hevur vunnið, sum samanlagt hevur skotið flest dúgvur (fyrstu 75 dúgvurnar) av sínum bestu trimum kappingum alt kappingarárið.
Stendur á jøvnum verður talt aftureftir.
Fyrst verður hugt eftir bestu kapping.
Er framvegis javnt, verður hugt eftir næst bestu kapping.
Er framvegis javnt verður hugt at besta umfarið síðani næstbestu o.s.fr. Tá talt verður aftureftir telja bert kappingar við, sum skjúttin brúkar í FC samanteljingini.
Vinningar
1. vinningur 3.000 kr.
2. vinningur 2.000 kr.
3. vinningur 1.000 kr.
Vinningar skulu nýtast innan kalendaraárið eftir t.v.s. des. 2025. Vinningarnir skulu nýtast skjótingini at frama t.d. skjótivenjingar, skjótiskeið, kappingar, skjótiútgerð o.s.fr. SkF skal góðkenna hvat vinningurin skal nýtast til.
Samtykki
1. Samtykt á nevndarfundi í SkF, við Norðskála tann 13. sept. 2023, at tað verður bara Føroya Cup fyri OT og OS í 2024. Men hetta skal eftirmetast til kappingarárið 2025.
Nr. 4,5 og 6 fáa ikki vinning.
