Stig verða luta út eftir enda plássunum í eini kapping.
Stigini verða luta soleiðis:
Nr. 1 enda pláss í eini kapping gevur 7 stig
Nr. 2 enda pláss í eini kapping gevur 5 stig
Nr. 3 enda pláss í eini kapping gevur 4 stig
Nr. 4 enda pláss í eini kapping gevur 3 stig
Nr. 5 enda pláss í eini kapping gevur 2 stig
Nr. 6 enda pláss í eini kapping gevur 1 stig
Restin av enda plássunum geva 0 stig.
Kappingar
Grand Prix er í OL skeet (OS) og OL trap (OT) .
Allar almennar OL skeet (OS) kappingar í Føroyum, sum standa í kappingarkalendaranum hjá SkF fyri 2025, eru Grand Prix kappingar í SKEET.
Allar almennar OL trap (OT) kappingar í Føroyum, sum standa í kappingarkalendaranum hjá SkF fyri 2025, eru Grand Prix kappingar í TRAP.
Undantikið báðum greinum, eru blandaðar, nordisk trap, english skeet, automatic ball trap og sporting kappingar, sum t.d. F80 og harukappingin.
Skjútti sum hevur flest stig í SKEET aftaná seinastu skeet kappingina í árinum, hevur vunnið kappingina í SKEET.
Skjútti sum hevur flest stig í TRAP aftaná seinastu trap kappingina í árinum, hevur vunnið kappingina í TRAP.
Er javnt, verða enda pláss tald, t.v.s. fyrst verður hugt eftir hvør hevur flest 1. pláss, síðani 2. pláss, síðani 3.pláss og at enda 4.pláss.
Er framvegis javnt, fáa skjútarnir, sum eru javnir, sama enda pláss, og plássið aftaná fellur burtur.
Enda plássini 1 til 6 verða avgjørd, uttan mun til hvørjar finalur verða skotnar.
Vinningar
1. vinningur 3.000 kr.
2. vinningur 2.000 kr.
3. vinningur 1.000 kr.
Vinningar skulu nýtast innan kalendaraárið eftir t.v.s. des. 2026. Vinningarnir skulu nýtast skjótingini at frama t.d. skjótivenjingar, skjótiskeið, kappingar, skjótiútgerð o.s.fr. SkF skal góðkenna hvat vinningurin skal nýtast til.
Samtykki
1. Samtykt á nevndarfundi í SkF, við Norðskála tann 10. sept. 2024.
