ÁMINNING !!!
Sunnukvøldið 7. apríl er seinasta freist, at tilmelda seg fyrilesturin við Jón Gregersen, sum verður mánakvøldið tann 8. apríl kl. 19:00.
Melda til við at senda ein teldupost til: skjotisamband@gmail.com
Oyggjaleikirnir á Gibraltar 2019 (3)
Nummar 3 av 4 úttøkukappingum í skeet, verður á skjótibreytini hjá Sunda Byrsufelag á Norðskála, leygardagin tann 6. apríl 2019 kl. 9:30.
Nummar 3 av 4 úttøkukappingum í trap, verður á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum, leygardagin tann 6. apríl 2019 kl. 9:30.
Fyrilestur við Jón Gregersen
Útsetti fyrilesturin við Jón Gregersen, verður mánadagin tann 8. apríl 2019 kl. 19:00-22:00 í ÍSF húsinum.
Fyrilesturin er fyri limir í limafeløgunum undir Skjótisamband Føroya, og tað er ókeypis at luttaka. Men gev okkum líka eitt prei, í seinasta sunnudagin 7. apríl 2019, á skjotisamband@gmail.com, um tú kemur við.
Gott varð, um tit hjálptu til at fáa boðini út til so nógvar skjúttar sum gjørligt.
Vinarliga vegna SkF
Esmar Joensen
Aðalfundur í Skjótisamband Føroya
Aðalfundur verður í Skjótisamband Føroya mikudagin 24. apríl 2019 kl. 19:00 í hølunum hjá ÍSF í Tórshavn.
Avrit av innbjóðing: Innbjóðing til aðalfund 2019
Sig okkum frá, í seinasta lagi 22. apríl 2019 kl. 22:00, á skjotisamband@gmail.com, hvussu nógv áleið møta frá hvørjum felag.
Vinarliga, vegna SkF
Esmar Joensen
Formaður
Oyggjaleikirnir á Gibraltar 2019 (3)
Nummar 2 av 4 úttøkukappingum í trap, verður á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum, leygardagin tann 16. mars 2019 kl. 10:00.
Hagtøl
Skjótisamband Føroya arbeiðir við at menna eina hagtalsskipan, til skráseting av øllum úrslitum hjá skjúttum í Føroyum.
Málið er, at hagtalsskipanin skal verða grundarlag undir einum almennum styrkislista, sum kemur seinni.
Í løtuni rúmar skipanin úrslit aftur til 2017.
Gott varð, um skjúttar kundu eftirhugt teirra tøl, og sagt frá um teir finnað brek í inntøppingini. 🙂
Oyggjaleikirnir á Gibraltar 2019 (2)
Nummar 2 av 4 úttøkukappingum í skeet, verður á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum, sunnudagin tann 24. februar 2019 kl. 13:00.
Nummar 1 av 4 úttøkukappingum í trap, verður eisini í vikuskiftinum á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum.
Eftir ætlan, verður møtt á breytini leygardagin tann 23. februar 2019 kl. 12:00, og síðani støða tikin til, um skotið verður tá, ella tað verður flutt til sunnudagin.
Støðan í Føroya Cup, Grand Prix og úttøkuni til oyggjaleikirnir á Gibraltar 2019
Oyggjaleikirnir á Gibraltar 2019 (1)
Fyrsta av fýra úttøkukappingin í skeet, til oyggjaleikirnar á Gibraltar 2019, verður á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum, leygardagin tann 16. februar 2019 kl. 9:30.
Úrslit frá F-16 kappingini 2019
Úrslit frá fyrstu almennu kappingini í 2019
Innbjóðing til fyrilestur við Jón Gregersen tann 21. feb. 2019
Sí innbjóðing
Kappingarkalendarin fyri 2019
Kappingarkalendarin fyri 2019 er nú klárur.
Seðil til útflýggjan av stuðli til oyggjaleikirnar á Gibraltar 2019
Til limafeløgini í SkF.
SkF stuðlar skjúttum ið skulu kappast um endaligu plássini til oyggjaleikirnar á Gibraltar 2019.
Tit útflýggja stuðulin frá tykkara egnu goymslu, men fáa hann síðani endurgoldnan so hvørt tit lata uppgerð inn til SkF.
Seðil til at fáa endurgoldið stuðulin við, fæst her: Trýst her
Treytirnar fyri at fáa stuðul, síggjast á næstu síðu á seðlinum.
Hesin seðil skal váttast (undirskrivast) av skjútta og vitni, áðrenn stuðulin verður endurgoldin limafelagnum.
Uppskot til kappingarkalendara fyri 2019
Uppskot til kappingarkalendara fyri 2019 er nú klárt, uppskotið tekur útgangsstøðið í kappingarkalendaranum fyri í ár (2018), men tó eru úttøkukappingarnar innlagdar eisini.
Høvið verður hjá limafeløgunum at gera viðmerkingar, men freistin er úti tann 1. desember 2018.
Leinkja til kalendaran: https://goo.gl/TduiD9
Úttøka til oyggjaleikirnar á Gibraltar 2019
Føroyska brutto landslið til oyggjaleikirnar á Gibraltar 2019, skal fyrst í 2019, kappast um endaligu tvey plássini, at umboða Føroyar á leikinum í ávíkavist skeet og trap.
Kappingarnar eru nú lagdar, og yvirlitið yvir úttøkukappingarnar til endaligu plássini síggjast her: trýst her
Eykaaðalfundurin í Skjótisamband Føroya tann 23. okt. 2018
Eykaaðalfundur varð hildin í Skjótisamband Føroya (SkF) tann 23. okt. 2018 kl. 19:00.
Á skrá vóru lógarbroytingar og ásetan av limagjaldið í SkF.
Uppskot ið blivu samtykt
2. Lógarbroyting í grein 9 stk. 8
3. Lógarbroyting í grein 4 stk. 1
4. Ásetan av limagjaldið í SkF til 3.000,00 kr. árliga, galdandi frá 1. Januar 2019.
Uppskot ið fall
1. Lógarbroyting í grein 9 stk. 1
Dagførdu lógirnar í SkF síggjast her: trýst her
Vegna Skjótisamband Føroya
Esmar Joensen, formaður
Eykaaðalfundur í Skjótisamband Føroya
Eyka aðalfundur verður í Skjótisamband Føroya týsdagin tann 23. oktober 2018 kl. 19:00. Fundurin verður í hølunum hjá ÍSF í Tórshavn.
Á skrá eru lógarbroytingarnar, sum vóru umrøddar á árliga aðalfundinum í summar, umframt ásetan av limagjaldið í Skjótisambandið Føroya.
Niðanfyri sæst fundarskrá, umframt avrit av viðtøkunum fyri Skjótisamband Føroya, við lógarbroytingum at samtykkja á eykaaðalfundinum.
Vegna Skjótisamband Føroya
Esmar Joensen
Formaður
Lóg SkF’s – broyting til eykaaðalfund
Kunning til limafeløg viðvíkjandi “rekrutering” av nýggjum skjúttum
Tilboð frá Smyril-Line til føroyska ítróttin
Føroyameistaranir í leirdúgvuskjóting funnir
Farna vikuskifti hevur Skjótisamband Føroya, skipað fyri FM í leirdúgvuskjóting á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum.
Kappast bleiv í skjótigreinunum trap og skeet, og byrjað varð at skjóta innleiðandi umførini leygardagin, og síðani seinastu innleiðandi umførini umframt finalur, sunnudagin.
Leygardagurin varð eisini seinasti kappingardagurin í FM liðkappingini í ár, og úttøkuni til føroyska brutto landsliðhópin, til oyggjaleikirnar á Gibraltar 2019.
22 skjúttar luttóku í kappingini, og úrslitini frá 1,2 og 3 blivu hesi:
Skeet – einstaklingar
1. Marius F. Joensen, Sunda Byrsufelag
2. Tórur Fløtt, Sunda Byrsufelag
3. Magni Dam, Sunda Byrsufelag
Trap – einstaklingar
1. Alex Johannesen, Eysturskot
2. Jón Jacobsen, Veiðifelagið Byrsumúli
3. Finn Ludvig, Veiðifelagið Byrsumúli
Við sigrinum vann Alex Johannesen FM ferðasteypi frá 2009 til ognar.
Skeet – unglingar
1. Tórur Fløtt, Sunda Byrsufelag
2. Jóhann Fløtt, Sunda Byrsufelag
3. Benjamin Thomassen, Veiðifelagið Byrsumúli
Skeet – liðkapping
1. Sunda Byrsufelag A
2. Sunda Byrsufelag B
3. Veiðifelagið Byrsumúli A
Trap – liðkapping
1. Veiðifelagið Byrsumúli A
2. Eysturskot A
3. Veiðifelagið Byrsumúli B
Skeet – bruttohópurin til oyggjaleikirnar á Gibraltar 2019
– Marius F. Joensen, Sunda Byrsufelag
– Tórur Fløtt, Sunda Byrsufelag
– Sámal Debes, Sunda Byrsufelag
– Jóannis Joensen, Sunda Byrsufelag
– Gunnar Sjúrðarson Knudsen, Veiðifelagið Byrsumúli
– Jóhann Fløtt, Sunda Byrsufelag
Trap – bruttohópurin til oyggjaleikirnar á Gibraltar 2019
– Finn Ludvig, Veiðifelagið Byrsumúli
– Jón Jacobsen, Veiðifelagið Byrsumúli
– Alex Johannesen, Eysturskot
– Johnhard Klettheyggj, Veiðifelagið Byrsumúli
– Esmar A. Joensen, Veiðifelagið Byrsumúli
– Petur Skeel Dahl, Veiðifelagið Byrsumúli
Bruttohópurin skal fyrst í komandi árið, kappast um endaligu tvey plássini í hvørji grein.
Øll úrslitini síggjast niðanfyri.
FM – einstaklingar
FM – lið
Úttøka til Gibraltar 2019
Føroya Cup 2018
- Skeet – unglingar
- Trap
- Skeet
Føroyameistara (FM) kappingin í SKEET og TRAP 2018
SKEET – møtitíð og staður
Leygardagin 1. september 2018 kl. 9:00 á breytini í Sandvíkum (dagf.). Skjúttar skulu møta kl. 08:30.
Sunnudagin 2. september 2018 kl. 13:00 á breytini í Sandvíkum. Skjúttar skulu møta kl. 12:30
TRAP – møtitíð og staður
Leygardagin 1. september 2018 kl. 9:00 á breytini í Sandvíkum. Skjúttar skulu møta kl. 08:30.
Sunnudagin 2. september 2018 kl. 13:00 á breytini í Sandvíkum. Skjúttar skulu møta kl. 12:30.
Tilmelding
Tilmelding fer fram við at senda teldupost til skjotisamband@gmail.com í seinasta lagi hósdagin 30. august kl. 20:00.
Mesta tal av skjúttum til FM-kappingina er 18 í hvørji grein. Um yvirteknað er, verða 18 teir bestu skjúttarnir valdir út eftir styrkislistanum, við at hyggja at trimum teimum bestu úttøkukappingunum í kappingarárinum.
Prísur
Kostnaðurin fyri kappingina er 250 kr., sum skulu gjaldast kontant áðrenn kappingarbyrjan fyrra dagin.
Kappingin
Skotið verður eftir 75 dúgvum leygardagin og 50 dúgvum sunnudagin. Síðani fara 6 teir fremstu skjúttarnir í hvør síni grein, í eina finalu, sum verða skotin eftir ISSF OL-skeet og ISSF OL- trap reglum.
Unglingakappingin er tó liðug aftaná 125 dúgvur.
Fyrri kappingardagurin er samstundis seinasta umfar í FM-liðkappingini, og úttøkuni til bruttohópin til Oyggjaleikir á Gibraltar 2019. Fyrri dagurin, er eisini næst seinasti dagurin í Føroya Cup 2018.
Vinningar
Umframt heiðursmerki og steyp, verða penga vinningar latnir, eftir ávísum treytum.
Í einstaklinga FM kappingini eru vinningarnir soleiðis:
1. vinningur 3.000 kr.
2. vinningur 2.000 kr.
3. vinningur 1.000 kr.
Unglingar fáa somu vinningar, men treytin er, at minst tríggir kappast og hava luttikið í minst trimum almennum kappingum. Skjútti er unglingi til hann fyllir 26 ár.
Vinningarnir í einstaklinga kappingini skulu nýtast skjótingini at frama t.d. skjótivenjingar, skjótiskeið, kappingar, skjótiútgerð o.s.fr. Skjótisambandið skal góðkenna hvat vinningurin skal nýtast til.
Í lið FM kappingini eru vinningarnir soleiðis:
1. Lið vinningur: 750,00 kr. pr. skjútta á liðinum
2. Lið vinningur: 500,00 kr. pr. skjútta á liðinum
3. Lið vinningur: 250,00 kr. pr. skjútta á liðinum
Liðvinningarnir skulu nýtast til eitt sosial tiltak fyri liðið (t.d. út at eta á eini matstovu).
Pengavinningar í einstaklingar kappingini og liðkappingini í 2018, skulu verða brúktir í seinasta lagið 31. des. 2019.
Listi við tilmeldingum sæst her:
Vinarliga
Skjótisamband Føroya
Esmar Joensen, formaður