Ískoyti fyri egna rokning
SkF letur ískoyti til umsøkjara, sum luttaka á kappingum, venjingarlegu ella skjótivegleiðaraskeið uttanlands fyri egna rokning.
Treyturnar eru:
- 2.000,00 kr. pr. ferð (frá 1. januar 2025 verður lati 800,00 kr. eyka fyri vápnakuffert)
- Í mesta lagið 2 ferðir í einum álmanakka árið
- Umsøkjari skal verða limur í einum av limafeløgunum í SkF, og ikki verða í eftirstøðu í meira enn ½ ár í limafelagi hann er limur í.
- SKF kann brúka úrslit frá kapping ella venjing til hagtøl, tíðindaskriv v.m.
- Hava vant regluliga, ella luttikið regluliga í kappingum, ella í øðrum limaarbeiði í Føroyum seinastu tíðina.
- Umboða eitt av limafeløgunum í SkF, í tiltakinum søkt verður stuðul til.
Stuðul verður ikki latin, tá íðkari luttekur í kapping um meistaraheiti uttanlands.
Í samband við ískoyti til skjótivegleiðaraskeið, so er tað er upp til samvitskuna hjá umsøkjara sjálvum, um hann brúkar skeiði til egnan fyrimun, og ikki til frama fyri limafelagið. T.d. bert at brúka skeiði til undirvísing á vápnatrygdarskeið, og ikki gera nakað fyri limafelagið.
Beinanvegin tiltakið er liðugt, skal umsøkjari senda umsókn um ískoyti til SkF.
Verður umsókn ikki móttikin, innan 20 dagar aftaná seinasta dagin í kappingini ella venjingarleguni luttikið verður í, verður onki ískoyti latið.
Altjóða kapping fyri egna rokning
SkF hevur avgjørt, at ynskja íðkarar at luttaka fyri egna rokning í EM, HM ella World Cup, so hjálpir SkF teimum við at samskipa tilmelding, ferðaskrá, uppihald, loyvir v.m.
Aftrat hesum fær íðkari tvær ferðir vanliga ferðaískoyti, sum SkF letur tá íðkari umboðar SkF fyri egna rokning uttanlands. Hetta ískoyti telur ikki við í mesta talinum av kappingum, loyvi er at fáa stuðul til í einum álmanakka árið.
Um SkF eisini úttekur landslið til somu kapping, og samlaða talið av føroyskum íðkarum fer uppum mesta mark fyri finalupláss, luttaka íðkarar fyri egna rokning um “ranking points only” RPO.
Um samlað talið fer upp um mest loyvda pr. land, verður styrkislistin brúktur at avgera hvør sleppur at luttaka fyri egna rokning.
Freistin at boða SkF frá, hjá íðkarum sum ætla luttaka fyri egna rokning, er 60 dagar áðrenn fyrsta kappingardag í kappingini melda verður til.
Umsókn um ískoyti
Skráset hetta oyðublað fyri at søkja ískoyti fyri tiltak uttanlands fyri egna rokning, eftir at tiltakið er liðugt:
[ Trýst her ]
