Landsliðsúttøka í SKEET og TRAP hjá Skjótisamband Føroya

Úttøkutal

3 tær bestu kappingar í fyrstu 3 umførunum + tríggjar tær bestu Grand Prix kappingarnar telja við í úttøkuni.
Stigini í úttøkuni frá Grand Prix verða givin soleiðis:
Nr. 1 enda pláss í eini kapping gevur 5 stig
Nr. 2 enda pláss í eini kapping gevur 3 stig
Nr. 3 enda pláss í eini kapping gevur 2 stig
Nr. 4 enda pláss í eini kapping gevur 1 stig

Miðal tøl verða brúkt, tá tikið verður út.
Dømi:

Íðkari A
Fyrstu 3 umførini frá 3 teimum bestu kappingum: 65 + 66 + 70 = 201 -> 67,0 í meðal
Bestu tríggjar GP kappingarnar: 5 + 5 + 5 = 15 -> 5 í meðal.
Úttøku tal: 72,0

Íðkari B
Fyrstu 3 umførini frá 3 teimum bestu kappingum: 66 + 65 + 69 = 200-> 66,6 í meðal
Bestu tríggjar GP kappingarnar: 5 + 3 + 0 = 8 -> 2,66 í meðal
Úttøku tal: 69,26

Stendur á jøvnum, verður raðfest hvør er fremst:

1. Hvør hevur hægst miðaltal av Grand Prix stigum.
2. Hvør hevur 1. hægsta tal av fyrstu trimum umførinum (dømi omanfyri, tann sum hevur 70 er frammanfyri, um tað varð javnt í úttøku og GP stigum).
3. Hvør hevur 2. hægsta tal av fyrstu trimum umførunum.
4. Hvør hevur besta umfar frá besta niður til ringasta umfar (9 umfør).
5. Lutakast.

Tá tað stendur á jøvnum, telja bert kappingar við, sum telja við í úttøkutalinum.

Kappingar í Føroyum

Allar OL skeet, OL trap og American trap kappingar í Føroyum, sum standa í kappingarkalendaranum hjá SkF, telja við í úttøkuni.

Kappingar uttanlands

Allar almennar OL skeet og OL trap kappingar uttanlands telja við treytaleyst, um tær verða skotnar eftir galdandi ISSF reglum. Almenn merkir, at allir føroyskir íðkarar hava havt sama møguleika, at luttaka í somu kappingini við líka fortreytum.

Aðrar kappingar uttanlands, kunnu telja við, um tær verða skotnar í minsta lagi eftir somu reglum, sum OL-trap og OL-skeet. Eru ivamál, er tað ábyrgdin hjá íðkara at prógva hetta.

Tá útlendska kappingin er liðug, skal avrit av tølunum beinanvegin sendast til skot@skot.fo. Tøl sum ikki verða fráboðað innan 14 dagar eftir at kappingin er liðug, telja ikki við í úttøkuni.

Tøl sum verða fráboða eftir at ein úttøka er liðug, men kappingin varð innanfyri úttøkutíðarskeiðið, telja heldur ikki við, tí úttøkufreistin er farin.

Útlendskar kappingar telja ikki við sum Grand Prix kappingar.

Landsliðið

Íðkari sum verður úttikin, skal verða limir í føroyskum skjótifelag sum er limur í SkF, og hava síni limaviðurskifti í ordan við limafelagið hann er limur í.

Íðkari skal hava vant regluliga í Føroyum, og luttikið regluliga í skjótikappingum í Føroyum.

SkF tilskilar sær rætt at úttaka aðrar eyka íðkarar, sum ikki hava vunnið pláss á styrkislistanum.

Aldursmark

Um kappingin tikið verður út til hevur aldursmark (t.d. ikki fyri unglingar), so telja íðkarar sum ikki hava aldur at luttaka í kappingini, við á úttøkulistanum.

Úttøku tíðarskeið

Úttøkan endar tá endadagfestingin er kunngjørd á skot.fo. Úttøkutíðarskeiði er frá hesum degi, og 1 ár aftur eftir. Endadagfestingin er vanliga uml. 1 vika áðrenn nøvnini skulu verða inni, í mun til tilmelding, ferðing, uppihald o.s.fr. (tað sum kemur fyrst).

Er talan um eina fleir daga kapping, sum umskarar byrjanina ella endan av tíðarskeiðinum, er tað seinasti kappingardagurin, sum verður brúktur at avgera um kappingin fellur innanfyri ella uttanfyri úttøku tíðarskeiði.

Talan kann verða um ymiskt úttøku tíðarskeið fyri trap og skeet, um tikið verður út til kapping sum er yvir fleiri vikur.

Fráboðanarfreist

Íðkari sum verður úttikin til landsliðið, skal boða frá beinanvegin úttøkan er liðug, um hann kemur við ella ikki kemur við. Eftir hetta er plássið bindandi, og endurgjald kann krevjast av íðkara, um viðkomandi meldar avboð í úrtíð, uttan haldgóða grundgeving.

Fráboðanin skal verða stutt og greið, annaðhvørt kemur íðkari við, ella kemur hann ikki við. Eitt “kanska”, ella eitt “bara um”, ella eg bíði eftir svarið frá 3. parti, verður fata sum eitt avboð, um tíðarfreistin er farin.

Avboð

Tá avboð er, metir starvsnevndin í SkF um, í mun til stødd og støði á kapping tikið verður út til, um avloysari verður tikin út ella ikki. Avloysari nýtist ikki at verða næsti luttakari á listanum.

Avloysarir kunnu fáa styttri fráboðanarfreist, í mun til íðkarar sum hava vunnið pláss.

FM avboð

Um landsliðið luttekur í venjingarlegu ella kapping uttanlands, sum fellur saman við eina FM kapping í Føroyum, í tí greini íðkari vanliga luttekur í (skeet/trap), so skal FM flytast, um íðkari hevði ætlanir um at luttaka í FM.

Allar aðrar kappingar nýtast ikki at flytast, men tað er upp til fyrireikandi felagið at avgera tað.

Venjing og kappingar aftaná at úttøkan er liðug

Íðkari sum verður úttikin, skal venja regluliga saman við restini av landsliðinum, eftir at hann er úttikin, haraftrat skal viðkomandi luttaka í øllum kappingum í kappingarkalendaranum hjá SkF, eftir at hann er úttikin.

Undantak kann gerast, um íðkari hevur haldgóða grundgeving, men tað skal beinanvegin fráboðast SkF, sum so tekur avgerð um hvussu víðari skal farast fram.

Atburður

Allir luttakarar á landsliðinum hjá SkF, skulu vísa fyrimyndarligan ítróttar atbur og akta boð í kappingum, venjing, uppihaldið og ferðing, tá tey umboða landsliðið.

Búnar og stuðlar

Tá landsliðið venur, ferðast ella luttekur í sjálvari kappingini, eigur SkF lýsingarrættindini til allar sjónligar búnar hjá íðkara. T.d. troyggju, buksur, frakki, skjótivest, kepp o.l.

Íðkari skal brúka búna hjá SkF, um hann fær boð um tað.

Íðkari skal verða tøkur treytaleyst, at møta til lýsingarátøk, miðling ella almennar samrøður í samband við luttøkuna.

Ferðing

SkF samskipar ferðaskrá til tiltakið. Vil íðkari ferðast á annan hátt, skal hann sjálvur samskipa sína ferðaskrá, og gjalda eyka kostnaðin ið møguliga verður av hesum.

Ongin millumrokning verður millum íðkara og SkF, um SkF fær endurgoldið útreiðslur, orsaka av at íðkari velur sína egna ferðaskrá.

Ferðaskjøl, loyvir v.m.
Tað er ábyrgdin hjá íðkara, at hava ferðapass, vápnapass, skjótiprógv, ferðaloyvi og onnur loyvi í ordan, til uttanlandsferðina.

Ferðatrygging
Tá íðkari verður úttikin til landsliðið, at umboða Føroyar á skjótikappingum ella venjingarlegu uttanlands, teknar SkF ferðatrygging vegna íðkaran.

Uppihald o.a.
Uppihald verður bóka á gistingarhúsið ella líknandi stað. Ber ikki til at hava einkult kømur, verða fleirmans kømur bóka.
SkF rindar fyri luttøkugjaldið til kappingina, ið íðkari skal luttaka í vegna Føroyar.
SkF rindar fyri lóður og dúgvur á sjálvari kappingini.

Dagviðbót
Íðkarar, hjálparar, ferðaleiðarar, umboð v.m. fáa dagviðbót til kost og drekka, sum verður ásettur eftir kostnaðarstøðinum í landinum ferðast verður til, og hvørjar máltíðir eru íroknaðar í uppihaldinum.

Ferðauppgerð fyri dagviðbót skal útfyllast og sendast til SkF, eftir at tiltakið er liðugt. Umsóknarblað til uppgerðina, fæst við at venda sær til SkF.

Endurgjald

Endurgjald fyri mista inntøku ella mista frítíð, verður ikki endurgoldið av SkF, tá íðkari er í ørindum uttanlands fyri SkF. Men undantak kann gerast, um starvsnevndin í SkF metir at tað er neyðugt.

Upplýsingar

Beinanvegin eftir at ein íðkari er úttikin, setur SkF seg í samband við hann, fyri at fáa teir upplýsingar ið krevjast, fyri at tilmelda íðkara. T.d. mynd av ferðapassi, andlitsmynd, mynd av vápnapassi, telefonr. teldupostbústað v.m.

Eftir at tiltakið er liðugt, verða hesir upplýsingar strikaðir frá øllum goymslum í SkF.

AntiDoping

Øll luttakandi skulu liva upp til antidoping reglarnar hjá SkF, sí ANTIDOPING á skot.fo

Ískoyti til venjing

SkF ásetur ískoyti til venjing sum fyrireiking til tiltakið. Ískoyti er treytað av játtan og stuðli, sum SkF fær til tiltakið frá øðrum.

Ískoyti kann verða eitt ávíst ískoyti pr. viku til dúgvur og patrónir (umfør), venjingarlega/ur, ella kann onki ískoyti latast.

Møguligar treytir fyri ískoyti verður kunngjørt til íðkara, eftir at hann hevur boða frá at hann er við á landsliðinum.

Endin

Eftir at kappingin er avgreidd, verður landsliðið upployst, og allar bindingar millum íðkara og SkF upploystar.

Samtykki

Reglur samtyktar á nevndarfundi í SkF, í Vestmanna tann 1. feb. 2023