Liðkapping 2013 – trap

Seinasta umfar í FM-kappingini fyri lið í Trap varð skotið á breytini í Sandvíkum í dag. Hetta er fyrstu ferð, at skipað er fyri FM-kapping fyri lið í Føroyum. Áður hevur ikki verið grundarlag fyri hesum, men nú 4 virkin skjótifeløg eru í Føroyum, varð gjørt av eisini at hava eina liðkapping í ár. Kappingin hevur verið skipað soleiðis, at tveir skjúttar (av fýra) hava umboðað liðið hvørja ferð. Vinnandi liðið hevur fingið 5 stig, nummar tvey fýra stig osv. Tilsamans eru skotin fýra umfør í liðkappingini.

Stórur spenningur var undan seinasta umfarinum, tí bert eitt stig var á muni millum Byrsumúla A og Sunda Byrsufelag A, áðrenn kappingina í dag. Byrsumúli A var frammanfyri, men um Sunda Byrsufelag hevði vunnið kappingina í dag, høvdu teir gjørst Føroyameistarar. Kappingin í dag lagaði seg tó soleiðis, at Byrsumúli A vann við 106 dúgvum (av 150), Byrsumúli B bleiv nr. 2 við 92 dúgvum og Sunda Byrsufelag A gjørdist nr. 3, somuleiðis við 92 dúgvum. Byrsumúli B fekk fleiri dúgvur enn Sunda Byrsufelag A í seinasta umfarinum og gjørdist tí nr. 2 í dag.

Kappingin endaði við, at A-liðið hjá Byrsumúla gjørdist Føroyameistari.

A-liðið hjá Byrsumúla

Samlaða støðan í liðkappingini gjørdist hendan:

1. Byrsumúli A 19 stig (Esmar Andreasen, Finn Ludvig, Sigurd Rasmussen og Sigvald Zachariassen)

2. Sunda Byrsufelag A 16 stig (Ragnar við Streym, Eirikur Elisson, Hávarður Fjallstein og Marius Joensen)

3. Byrsumúli B 13 stig (Dorian Petersen, Alex Joensen, Regin Hentze og Høgni Á. Danielsen)

4. Sands Skjótifelag 4 stig

5. Sunda Byrsufelag B 1 stig

Kappingin í dag er samstundis eisini fyrri kappingardagurin í FM-einstaklingakappingini, sum endar í morgin. 11 skjúttar luttaka í kappingini. 3 umfør eru skotin í dag, og 2 umfør og finala verða skotin í morgin. Byrjað verður kl. 13. Aftaná dagin í dag, er Finn Ludvig greitt á odda í kappingini við 59 dúgvum av 75, meðan næsti maður hevur fingið 50 dúgvur. Kappingin í dag var nakað darvað av vánaliga veðrinum, men hetta verður óivað frægari í morgin.

Skjótisamband Føroya

Johnhard Klettheyggj, form.


Liðini í Trap  
   
 VBM A   VBM B 
 Esmar Andreasen  Alex Joensen
 Finn Ludvig  Dorian Petersen
 Sigurd Rasmussen           Regin Hentze
 Sigvald Zachariassen  Høgni Á. Danielsen
   
 SBF A   SBF B 
 Eirikur Elisson  Tórur Fløtt
 Hávarður Fjallstein          Áslakur Johannesen
 Marius Joensen  Rúni Debes
 Ragnar við Streym  Magni Dam
   
   
   
 SSF  A  
 Jóhann F. Clementsen  
 Búi F. Clementsen  
 Allin Simonsen  
 Rúni Klementsen