Magn við streym 2014

Afturvendi Magn við Streymin-kappingin varð hildin um vikuskiftið. Hesuferð luttóku 12 skjúttar, og skotið var í trimum bólkum eftir 75 dúgvum. Væl gekk at avvikla kappingina, og veðrið var av tí fagrasta, so menn fingu eina fína kapping, hóast úrslitini ikki vóru at reypa um. Av tí at tað bara vóru 12 skjúttar við, avgjørdu vit, áðrenn kappngin byrjaði, at A-bólkurin eisini skuldi sleppa at royna at skjóta eina finalurundu, meðan meistarabólkurin skjeyt sum vanligt. Spenningur var á monnum, og man merkti, at meira stóð upp á spæl enn annars, nú tá ið finala eisini varð í A-bólkinum. Tá ið avtornaði, varð shoot off millum Sigurd Rasmussen og Jákup Mikkelsen um 3. plássið, sum Jákup vann. Regin Hentze gjørdist nr. 2 og vinnari av A-bólkinum gjørdist Magni Dam. Í semifinaluni í meistrarabólkinum varð shoot off millum Sámal Debes og Jóannis Joensen, um hvør skuldi kappast ímóti unga og evnaríka Tóra Fløtt í gull-finaluni. Tað gjørdist Jóannis, sum trekti longsta stráðið og vann á Tóra Fløtt, sum gjørdist nr. 2, og 3. plássið fekk Johnny á Túgvu. Vit takka Magn við Streymin fyri stuðulin.

Meistara-bólkur
Navn: U 1  U 2  U 3  Íalt Semi finala Bronsu finala  Finala  Nr. 
Jóannis Joensen 19 19 20 58 11+2 12 1
Tórur Fløtt 18 17 17 52 12 8 2
Johnny Á Túgvu 17 16 18 51 10 10 3
Sámal Debes 19 20 18 57 11+1 8 4
Eirikur Elisson 17 20 17 54 9 5
Hávardur Fjallstein 21 13 18 52 7 6
A-Bólkur
Navn: U 1  U 2 U 3 Íalt Finala Nr.
Magni Dam 14 17 19 50 10 1
Regin Hentze 10 10 17 37 6 2
Jákup Mikkelsen 14 10 13 37 5+2 3
Sigurd Rasmussen 12 6 13 31 5+1 4
John C Hansen 13 14 15 42 4 5
Fróði Fossádal 13 9 10 32 2 6