Reglugerð fyri Automatic Ball Trap (ABT)

CPSA technical rules
[ Trýst her ]

Finala
CPSA technical rules nevnir onki um finalur, men tá SkF skipar fyri ABT kappingum, verða finalu reglarnir niðanfyri brúktir.

6 teir fremstu íðkararnir eftir innleiðandi umførini, fáa pláss í finaluni.

Er javnt í millum tveir ella fleiri íðkarar, um at fáa pláss í finaluni, verður umskjóting (shoot-off), um at fáa pláss í finaluni.

Finalan er eitt eyka umfar (25 dúgvur) við tveimum skotum, og tølini frá innleiðandi umførunum, verða løgd saman við talinum frá finaluni, fyri at finna vinnaran.

Er javnt í millum nr. 1, 2 ella 3 eftir finaluna, verður umskjóting (shoot-off) í millum íðkarar sum eru javnir.

Raðfylgjan í finaluni verður avgjørd við lutakasti.

Umskjóting (shoot-off) ísv. finalu
1. Umskjóting í finaluni, er eitt eyka umfar við 25 dúgvum, við tveimum skotum. Har kastimaskinan flytir seg í millum hvørja dúgvu, tilvildarliga vatnrætt og loddrætt
2. Er framvegis javnt aftaná fyrstu umskjóting, verður enn eitt eyka umfar aftrat við sambært pkt. 1.
3. Er framvegis javnt aftaná seinnu umskjóting, verður umskjóting við einum skotið, inntil vinnari er funnin. Byrja verður á stanplássi 1, og kastimaskinan verður sett føst.

Raðfylgjan á umskjótingini eftir finaluna, er tann sama sum í finaluni.

Umskjóting um at sleppa í finaluna
Umskjóting um at fáa pláss í finaluni, verður avgreitt sambært pkt. 3 omanfyri.

Raðfylgjan í umskjótingini verður avgjørd við lutakasti.