Reglugerð fyri Automatic Ball Trap (ABT)

Ferð
Ferðin verður sett niður á 70 metrar.

Innleiðandi umfør
Hvørt innleiðandi umfar er 25 dúgvur.

Innleiðandi umførini verða skotin við tveimum skotum.

Finala
6 teir fremstu íðkararnir eftir innleiðandi umførini, fáa pláss í finaluni.

Er javnt í millum tveir ella fleiri íðkarar, um at fáa pláss í finaluni, verður umskjóting (shoot-off), um at fáa pláss í finaluni.

Finalan er eitt eyka umfar (25 dúgvur) við tveimum skotum, og tølini frá innleiðandi umførunum, verða løgd saman við talinum frá finaluni, fyri at finna vinnaran.

Er javnt í millum nr. 1, 2 ella 3 eftir finaluna, verður umskjóting (shoot-off) í millum íðkarar sum eru javnir.

Raðfylgjan í finaluni verður avgjørd við lutakasti.

Umskjóting (shoot-off)

  1. Umskjóting í finaluni, er eitt eyka umfar við 25 dúgvum, við tveimum skotum. Kastimaskinan flytir seg tilvildarliga vatnrætt og loddrættí millum hvørja dúgvu. (sum vanligt)
  2. Er framvegis javnt aftaná fyrstu umskjóting, verður enn eitt eyka umfar á 25 dúgvur sambært pkt. 1.
  3. Er framvegis javnt aftaná seinnu umskjóting, verður umskjóting við einum skotið, inntil vinnari er funnin. Byrja verður á stanplássi 1, og kastimaskinan verður sett føst.

Umskjóting um at fáa pláss í finaluni, verður avgreitt sambært pkt. 3 omanfyri.

Raðfylgjan í umskjótingini verður avgjørd við lutakasti.