Reglugerð fyri English skeet

CPSA technical rules
[ Trýst her ]

Finala
CPSA technical rules nevnir onki um finalur, men tá SkF skipar fyri EN skeet kappingum, verða finalu reglarnir niðanfyri brúktir.

5 teir fremstu íðkararnir eftir innleiðandi umførini, fáa pláss í finaluni.

Er javnt í millum tveir ella fleiri íðkarar, um at fáa pláss í finaluni, verður umskjóting (shoot-off), um at fáa pláss í finaluni.

Finalan er eitt eyka umfar, og tølini frá innleiðandi umførinum, verða løgd saman við talinum frá finaluni, fyri at finna vinnaran.

Er javnt í millum nr. 1, 2 ella 3 eftir finaluna, verður umskjóting (shoot-off) í millum íðkarar sum eru javnir.

Raðfylgjan í finaluni verður avgjørd við lutakasti.