Reglugerð fyri FM (Føroyameistara kapping)

Tilmeldingin endar 37 tímar áðrenn kappingarbyrjan (vanliga kl. 20.00 hóskvøld).

Onki mesta tal av íðkarum er til FM-kappingina, men tað kann verða ásett eitt mestamark, um myndugleikaloyvi ikki loyva skjóting uttanfyri ávísar klokkutíðir sunnudag, og luttakaratalið er hægra lagi.

Um eitt mestamark er, og luttakaratalið er hægra lagi, so verða íðkarar valdir út við at hyggja eftir miðaltalinum í 25 tal umførum, í kappingum sum hava verði í kappingarárinum, í FM greinini sum verður skipa fyri.

Restin av íðkarunum verða settir á bíðilista.

Finalur
Finalurnar í OL skeet og OL trap, verða skotnar eftir galdandi ISSF finalu reglum.

Finalurnar í English Skeet og Automatic Ball Trap, verða skotnar eftir galdandi finalu reglum á skot.fo.

Finalurnar í Nordisk Trap, verða skotnar eftir Nordic Shooting Region reglum.

Unglingar
Unglingar skjóta saman við hinum íðkarunum. Tann unglingi, sum hevur skotið flest dúgvur í innleiðandi umførunum áðrenn finaluna, hevur vunnið unglinga kappingina.

Er javnt, verður hugt eftir hvør hevur besta umfar.

Er framvegis javnt, verður hugt eftir hvør hevur næst besta umfar, síðani næsta o.s.fr.

Er framvegis javnt, verður hugt aftureftir í úrslitinum í seinasta umfarinum. Tann sum seinast misti eina dúgvu, hevur tapt.

Tú er unglingur, um tú er 21 ár ella yngri, tá kalendara árið byrjar 1. januar.

Vinningar
Unglingar fáa pengavinningar sum verða býttir á henda hátt:

Nr. 1. 2.000 kr.
Nr. 2. 1.500 kr.
Nr. 3. 1.000 kr.

Vinningar skulu brúkast til patrónir ella dúgvur at venja fyri, sum verður goldin til limafelagið viðkomandi er limur í, so hvørt ið tað verður vant á breytini fyri vinningin.

Vinningar skulu nýtast 31. desember árið eftir FM kappingina.

Vaksin fáa ikki peningarvinningar. 

Íðkarar
Fyri at fáa pláss í FM finalu, skal íðkari:
1. verða skrásettur limur í føroyskum limafelag undir SkF.
2. hava vant regluliga í Føroyum.
3. hava luttikið regluliga í skjótikappingum í Føroyum.
4. verða fastbúgvandi í Føroyum, ella hava verðið búsitandi í Føroyum í minsta lagi 1 samanhangandi ár, seinastu 5 árini.

Íðkari sum ikki livur upp til hesar treytir, kann luttaka í FM sum gestaíðkari, men kann ikki fáa pláss í finalu, ella luttaka í unglingakappingini.
Formaðurin í SkF kann í samráð við starvsnevndina í SkF, gera undantak frá hesi áseting.
Innan sjálv kappingin fer í gongd, skal kunnast um ein ella fleiri gestaíðkarar luttaka, sum ikki kunnu koma í finaluna.

Samtykki
1. Reglur samtyktar á nevndarfundi í SkF, við Norðskála tann 9. sept. 2020.
2. Reglur samtyktar á nevndarfundi í SkF, í Vestmanna tann 4. nov. 2020.
3. Reglur samtyktar á nevndarfundi í SkF, umvegis Messenger tann 2. juni 2021. (reglur viðv. útlendskari luttøku)
4. Reglur samtyktar á nevndarfundi í SkF, í Vestmanna tann 29. sept. 2021. (um tað er yvirtekna, so verður hugt eftir miðaltalið í 25 tal umførum)
5. Reglur samtyktar á nevndarfundi í SkF, á Sandvíkum (Tórshavn) tann 24. aug. 2022. (strika avmarking á 18 íðkarar, og heldur vísa til myndugleika loyvir, og klokkutíðir sunnudag)
6. Reglur samtyktar á nevndarfundi í SkF, við Norðskála tann 13. sept. 2023. (Unglingar fáa pengavinningar, vaksin fáa ikki + FM er galdandi fyri OL greinarnar OL skeet og OL trap)
7. Reglur samtyktar á nevndarfundi í SkF, í Tórshavn tann 7. feb. 2024. Finalu reglar dagførdar.