Tilmeldingin endar 37 tímar áðrenn kappingarbyrjan (vanliga kl. 20.00 hóskvøld).
Onki mesta tal av íðkarum er til FM-kappingina, men tað kann verða ásett eitt mestamark, um myndugleikaloyvi ikki loyva skjóting uttanfyri ávísar klokkutíðir sunnudag, og luttakaratalið er hægra lagi.
Um eitt mestamark er, og luttakaratalið er hægra lagi, so verða íðkarar valdir út við at hyggja eftir miðaltalinum í 25 tal umførum, í kappingum sum hava verði í kappingarárinum, í FM greinini sum verður skipa fyri (American Trap og OL trap telja líka).
Restin av íðkarunum verða settir á bíðilista.
Finalurnar í skeet vera skotnar eftir galdandi ISSF reglum, og finalurnar í Trap vera skotnar eftir galdandi ISSF OL-Trap reglum (eisini á American Trap breytum).
Unglingar
Unglingar skjóta saman við hinum íðkarunum. Tann unglingi, sum hevur skotið flest dúgvur í innleiðandi umførunum áðrenn finaluna, hevur vunnið unglinga kappingina.
Er javnt, verður hugt eftir hvør hevur besta umfar.
Er framvegis javnt, verður hugt eftir hvør hevur næst besta umfar, síðani næsta o.s.fr.
Er framvegis javnt, verður hugt aftureftir í úrslitinum í seinasta umfarinum. Tann sum seinast misti eina dúgvu, hevur tapt.
Tú er unglingur, um tú er 21 ár ella yngri, tá kalendara árið byrjar 1. januar.
Vinningar
1. vinningur 3.000 kr.
2. vinningur 2.000 kr.
3. vinningur 1.000 kr.
Unglingar fáa somu vinningar.
Vinningar skulu nýtast 31. desember árið eftir FM kappingina. Vinningarnir skulu nýtast skjótingini at frama t.d. skjótivenjingar, skjótiskeið, kappingar, skjótiútgerð o.s.fr. Skjótisambandið skal góðkenna hvat vinningurin skal nýtast til.
Íðkarar
Fyri at fáa pláss í FM finalu, skal íðkari:
1. verða skrásettur limur í føroyskum limafelag undir SkF.
2. hava vant regluliga í Føroyum.
3. hava luttikið regluliga í skjótikappingum í Føroyum.
4. verða fastbúgvandi í Føroyum, ella hava verðið búsitandi í Føroyum í minsta lagi 1
samanhangandi ár, seinastu 5 árini.
Íðkari sum ikki livur upp til hesar treytir, kann luttaka í FM sum gestaíðkari, men kann ikki fáa pláss í finalu, ella luttaka í unglingakappingini.
Formaðurin í SkF kann í samráð við starvsnevndina í SkF, gera undantak frá hesi áseting.
Innan sjálv kappingin fer í gongd, skal kunnast um ein ella fleiri gestaíðkarar luttaka, sum ikki kunnu koma í finaluna.
Samtykki
1. Reglur samtyktar á nevndarfundi í SkF, við Norðskála tann 9. sept. 2020.
2. Reglur samtyktar á nevndarfundi í SkF, í Vestmanna tann 4. nov. 2020.
3. Reglur samtyktar á nevndarfundi í SkF, umvegis Messenger tann 2. juni 2021. (reglur viðv. útlendskari luttøku)
4. Reglur samtyktar á nevndarfundi í SkF, í Vestmanna tann 29. sept. 2021. (um tað er yvirtekna, so verður hugt eftir miðaltalið í 25 tal umførum)
5. Reglur samtyktar á nevndarfundi í SkF, á Sandvíkum (Tórshavn) tann 24. aug. 2022. (strika avmarking á 18 íðkarar, og heldur vísa til myndugleika loyvir, og klokkutíðir sunnudag)