Reglugerð fyri kappingar í skeet og trap

 

§ 1. Allar skjótikappingarnar verða skotnar í samsvari við reglurnar hjá ISSF, uttan so, at serlig frávik frá hesum reglum eru fráboðað frammanundan.

§ 2. Fyriskipandi felagið skal tilnevna ein ábyrgdarpersón (kappingarstjóra) at standa fyri kappingini. Hesin hevur ábyrgdina av sjálvari kappingini, og at útbúnaðurin virkar eftir ætlan.

§ 3. Áðrenn kappingarbyrjan skulu 3 royndir skjúttar tilnevnast í eina kappingarnevnd.

Stk. 2. Kappingarnevndin skal góðkenna breytina, áðrenn kappingin kann byrja. Hendan góðkenningin er endalig og kann ikki kærast.

Stk. 3. Kappingarnevndin tekur støðu til kærur og møgulig ivamál, sum kunnu taka seg upp undir kappingini. Kappingarnevndin kann ráðføra seg við onnur, áðrenn støða verður tikin.

§ 4. Allar kappingar verða skotnar við 24gr. ella 28gr. stálpatrónum.

Stk. 2. Fyriskipandi felagið skal hava patrónir tøkar, ið lúka vanligu treytirnar, soleiðis, at skjútti hevur møguleika at luttaka í kappingini.

Stk. 3. Um skjúttin ynskir at hava sínar egnu patrónir við til kappingina, skulu hesar góðkennast av kappingarfyriskiparanum áðrenn kappingarbyrjan.

§ 5. Møguligar kærur um skeivar avgerðir ella óreglusemi í sambandi við kappingar, skulu verða Skjótisambandinum í hendi í seinasta lagi 2 dagar aftaná hendingina, sum kært verður um.

Stk. 2. Nevndin í SkF tekur støðu til kæruna og kann eisini í upp til 7 dagar aftaná kappingina taka slík mál upp til viðgerðar av sínum eintingum.

§ 6. Lógarsamtykt.
Kappingarreglurnar samtyktar á nevndarfundi í SkF tann 14. febr. 2013

Dagføring samtykt á nevndarfundi tann 3. juni 2020

  • Broyting í § 4, so loyvt er at skjóta við 24gr ella 28gr. stálpatrónum
  • Broyting í § 4, stk. 2, so fyriskipandi felagið ikki er bundið at útvega øll sløg av patrónum, ið skjúttar skjóta við í kapping.