Starvsnevndin í Skjótisamband hevur avsett pening til limafeløgini í SkF, at søkja til “rekrutering” av nýggjum limum (skjúttum).
Endamálið er, at fáa nýggjar skjúttar í Føroyum, og peningurin er ætlaður til venjara, skjótivegleiðing, limadagar, útgerð, tiltøk v.m. sum kunnu skapa nýggjar skjúttar í Føroyum.
Umsókn við frágreiðing um hvat stuðulin skal brúkast til, og krónuupphædd søkt verður um, skal sendast til skot@skot.fo
Beinanvegin umsóknin er viðgjørd, fær umsøkjari svar um umsóknin er játta ella noktað.
Stuðulin verður fluttur limafelagnum, eftir at tiltakið hevur verðið. SkF kann krevja skjalprógv fyri útreiðslur í samband við tiltakið.