Umsókn til føroyskt vápnapass

Umsíðir kom kunngerðin ið lýsir eitt nýtt føroyskt vápnapass. [ Trýst her ]

Vápnapassi er persónligt, og nú slepst undan at søkja Umhvørvisstovuna um ferðaloyvi ella vápnaváttan, hvørja ferð vit skulu ferðast uttanlands til skjótitiltøk, við okkara byrsum.

Skjótisamband Føroya hevur fingið lovað, at ítróttarskjúttar sum skulu uttanlands í komandi framtíð, skulu raðfestast, at fáa tey fyrstu vápnapassini sum verða framleidd. Afturfyri skal SkF samlað saman allar umsóknirnar, og senda tær samlað til myndugleikarnar.

Um tú ikki ynskir at taka av hesum møguleika nú, so nýtist tær ikki at lesa víðari, men afturfyri er tær ikki tryggja, at fáa vápnapass innanfyri rímiliga tíð, tá tú einaferð fer at hava brúk fyri tí.

Fyri at fáa vápnapass, skal tú hava føroyskt vápnaprógv – VIÐ vápnatrygdarskeið, og byrsurnar tú søkir vápnapass til, skulu verða skrásettar í vápnaskránni hjá Umhvørvisstovuni.

Vápnapassi verður galdandi í fleiri ár, men skiftur tú eina ella fleiri byrsur út, sum standa á kortinum, skal tú rinda upphæddina tað kostar at útflýggja nýtt vápnapass.

Tú hongur eisini uppá møguliga feil inntappan av upplýsingum í umsóknini, og nýtt pass má framleiðast, t.d. um seriu nummar er skeivt.

Mannagongd fyri at søkja vápnapass

1. Útfyll hesa Excel umsókn:  [ Trýst her ]
Frágreiðing stendur aftanfyri ella undir øllum teiginum. Teigar ið tit kunnu skriva í, eru ikki læstir.

2. Send umsóknina saman við tilfarinum biði verður um í umsóknini, til skot@skot.fo

3. Ger eina bankaflyting á 500 kr. á kontonr. : 9181 4159154

Freistin at lata umsóknina inn, er sunnukvøldið 24. apríl kl. 20:00. Eftir tað er, sum fyrr nevnt, longd viðgerðartíð, og væntast kann ikki at tú fær títt vápnapass, tá hevur brúk fyri tí.

Skitsa av nýggja føroyska vápnapassinum sæst á myndinum niðanfyri.