
Landsliðið
4 teir fremstu á OL skeet styrkislistanum verða úttiknir.
4 teir fremstu á OL trap styrkislistanum verða úttiknir.
Hesir 8 verða paraðir saman tveir og tveir, og skulu umboða Føroyar í hesum skjótigreinum:
– Eitt par í skeet, skal skjóta Olympic Skeet einstaklingar og lið kapping.
– Eitt par í skeet, skal skjóta English Skeet einstaklingar og lið kapping.
– Eitt par í trap, skal skjóta Olympic Trap einstaklingar og lið kapping
– Eitt par í trap, skal skjóta Automatic Ball Trap einstaklingar og lið kapping.
Úttøkan endar 31. mars 2027.
Val av grein
Íðkarar sum liggja nr. 1 og nr. 2, aftaná at úttøku tíðarskeiðið er liðugt, hava fyrsta rætt at velja ta grein teir vilja luttaka í. Velja teir hvør sína grein, skal nr. 3 velja aftaná 1 og 2 hava valt.
SkF vil viðmæla, at íðkarar sum verða úttiknir, tosa saman innanhýsis, áðrenn endalig fráboðan um hvør luttekur í hvørji grein, verður send til SkF.
Fráboðanin um hvør luttekur í hvørji grein, skal verða SkF í hendi áðrenn nøvnini skulu verða inni. (vanliga fyrstu viku í apríl)
Annars eru reglarnar viðv. landsliðsúttøku galdandi. [Trýst her]
Samtykki
1. Reglur samtyktar á nevndarfundi í SkF, í Tórshavn tann 18. nov. 2025.
