
Íðkari sum samanlagt hevur rakt flest dúgvur (fyrstu 75 dúgvurnar) av sínum bestu 3 kappingum úttøku tíðarskeiðið, verða úttikin til landsliðið.
Stendur á jøvnum í millum íðkarar, verður talt aftureftir.
Fyrst verður hugt eftir bestu kapping.
Er framvegis javnt, verður hugt eftir næst bestu kapping.
Er framvegis javnt verður hugt at besta umfarið síðani næstbestu o.s.fr. Tá talt verður aftureftir telja bert kappingar við, sum telja við í úttøkuni.
Íðkari sum verður úttikin, skal verða limir í føroyskum skjótifelag undir SkF, og hava síni limaviðurskifti í ordan.
Landsliðið
4 teir fremstu í skeet verða úttiknir.
4 teir fremstu í trap verða úttiknir.
Hesir 8 verða paraðir saman tveir og tveir, og skulu umboða Føroyar í hesum skjótigreinum:
– Eitt par í skeet, skal skjóta Olympic Skeet einstaklingar og lið kapping.
– Eitt par í skeet, skal skjóta English Skeet einstaklingar og lið kapping.
– Eitt par í trap, skal skjóta Olympic Trap einstaklingar og lið kapping.
– Eitt par í trap, skal skjóta Automatic Ball Trap einstaklingar og lið kapping.
Tað parið, sum ikki luttekur í kapping, skal verða hjálparfólk hjá hinum parinum, tá tað luttekur í kapping.
Hetta er sjálvsagt treyta av, at nevndu skjótigreinar eru partar av kappingarskránni á oyggjaleikum 2023. Og at SkF fær pláss til 8 íðkarar í skjóting.
Val av grein
Íðkarar sum liggja nr. 1 og nr. 2, aftaná at úttøku tíðarskeiðið er liðugt, hava fyrsta rætt at velja ta grein teir vilja luttaka í. Velja teir hvør sína grein, skal nr. 3 velja aftaná 1 og 2 hava valt.
SkF vil viðmæla, at íðkarar sum verða úttiknir, tosa saman innanhýsis, áðrenn endalig fráboðan um hvør luttekur í hvørji grein, verður send til SkF.
Fráboðanin um hvør luttekur í hvørji grein, skal verða SkF í hendi áðrenn tá nøvnini skulu verða inni.
Avboð
Íðkari sum verður úttikin til landsliðið, skal boða frá beinanvegin úttøkan er liðug, um hann kemur við ella ikki kemur við. Eftir hetta er plássið bindandi, og endurgjald kann krevjast av íðkara, um viðkomandi meldar avboð í úrtíð, uttan haldgóða grundgeving.
Tá avboð er, verður næstur íðkari á listanum, tá úttøkutíðarskeiði varð liðugt, úttikin.
Kappingar í Føroyum
Allar almennar OL skeet, OL trap og American trap kappingar í Føroyum, sum standa í kappingarkalendaranum hjá SkF, telja við í úttøkuni.
Kappingar uttanlands
Upp til tvær almennar kappingar uttanlands kunnu telja við. (Almennar kappingar merkir, at allir føroyskir íðkarar hava havt sama møguleika, at luttaka í somu kappingini, við líka fortreytum)
OL-skeet og OL-trap kappingar telja við treytaleyst, um tær verða skotnar eftir galdandi ISSF reglum.
Aðrar kappingar, kunnu telja við, um tær verða skotnar í minsta lagi eftir somu reglum, sum OL-trap og OL-skeet. Eru ivamál, er tað ábyrgdin hjá íðkara, at prógva hetta.
Tá útlendska kappingin er liðug, skal avrit av tølunum beinanvegin sendast til skot@skot.fo. Tøl sum ikki verða fráboðað innan 14 dagar eftir at kappingin er liðug, telja ikki við í úttøkuni.
Úttøku tíðarskeið
Úttøku tíðarskeiði er frá 26. mars 2022 og til beint áðrenn nøvnini á luttakarunum skulu verda inni hjá ÍSF. (Undanfarin ár, hevur hetta verðið einaferð í apríl mánað, tað árið ið oyggjaleikir eru.)
Endadagfestingin verður kunngjørd á skot.fo, tá dagfesting fyriliggur frá ÍSF.
Patrón og dúgvustuðul til venjing
Landsliðsíðkari fær upp til 650 kr. at venja fyri um vikuna. Stuðulin skal brúkast til at keypa patrónir og dúgvur fyri. Trap íðkari fær haraftrat 150 kr. til eyka skot.
Stuðulin byrjar tá íðkari boðar frá, at hann kemur við til kappingina, fram til og við vikuna tá farið verður úr Føroyum.
Tað verður ikki góðtikið, at íðkari tekur allan stuðulin í einum, men heldur so hvørt hann eru á breytini og venur. Tað ber ikki til at samla stuðul saman, fáa stuðul afturvirkandi, ella fáa meira stuðul, um brúkt er fyri meira enn upphæddina omanfyri.
Samlaði stuðulin yvir tíðarskeiði kann í mesta lagi verða 12 vikur.
Fyri at fáa stuðulin, skal íðkari útfylla hetta skjal: [ Trýst her ] , og senda tað aftur til skot@skot.fo í seinasta lagi 14 dagar aftaná at kappingin er liðug.
Ikki brúktur stuðul, fellur aftur til SkF.
Venjing og kappingar
Íðkari sum verður úttikin, skal venja regluliga saman við restini av landsliðinum, eftir at hann er úttikin. Undantak kann gerast, um íðkari hevur haldgóða grundgeving.
Trap íðkari sum verður úttikin, skal luttaka í øllum American Trap og OL trap kappingum sum standa í kappingarkalendaranum hjá SkF, eftir hann er úttikin.
Skeet íðkari sum verður úttikin, skal luttaka í øllum skeet kappingum sum standa í kappingarkalendaranum hjá SkF, eftir hann er úttikin.
Undantak kann gerast, um íðkari hevur haldgóða grundgeving.
Búnar og stuðlar
Tá lansliðið venur, ferðast ella luttekur í sjálvari kappingini, eigur SkF og ÍSF lýsingarrættindini til allar sjónligar búnar hjá íðkara. T.d. troyggju, buksur, frakki, skjótivest, kepp o.l.
Íðkari skal brúka búna hjá SkF ella ÍSF, tá hann fær boð um tað.
Íðkari skal verða tøkur treytaleyst, at møta til lýsingarátøk, miðling ella samrøður í samband við luttøkuna.
Ferðaleiðari
Miðja verður eftir, at umboð frá SkF verður við sum ferðaleiðari fyri alt liðið, men er ikki pláss, verða ein ella fleiri av íðkarunum útnevndur sum ferðaleiðari fyri alt liðið.
Haraftrat skulu tveir íðkarar umboða Føroyar til Technical Meeting.
Samtykki
1. Reglur samtyktar á nevndarfundi í SkF, í Vestmanna tann 29. sept. 2021, at royna somu reglar aftur, sum blivu ógildaðar í 2021 orsaka av korona farsóttini.
Eisini samtykt at javnstilla OL trap og American trap í TRAP úttøkuni.
2. Patrón og dúguvustuðul til venjing í kr. í staðin fyri umfør.