Høvið er hjá ungum nýggjum skjúttum, at søkja patrón og dúgvustuðul til at venja fyri í eitt tíðarskeið.
Umsøkjari skal í minsta lagi lúka hesar treytir:
- Verða 21 ár ella yngri, tá kalendara árið byrjar 1. januar.
- Verða limur í einum av limafeløgunum undir SkF, og hava síni limaviðurskifti í ordan
- Møta regluliga á skjótibreyt at venja fyri stuðulin
- Hava luttikið í minsta lagi einari skjótikapping í kappingarkalendaranum hjá SkF, og eftirfylgjandi møta regluliga til skjótikappingar í Føroyum
- Hava sum mál, at luttaka í kapping uttanlands
- Ikki lata øðrum stuðulin
- Samla stuðul saman afturvirkandi, ella fáa meira stuðul tá stuðulin er brúktur
Oyðublað til søkja stuðul við, sæst her: http://bit.ly/2WCdJCD
Eftir at umsóknin er móttikin, verður hon send víðari til limafelagið, sum í samráð við SkF ger tilmæli, um umsøkjari er egnaður at fáa venjistuðul.
