Alex Johannesen føroyameistari í American Trap 2023

FM í American Trap varð avgreitt á breytini hjá Eysturskot úti á Vík í Leirvík í dag.

Kappingina vann Alex Johannesen úr Eysturskot, men tað varð eftir eina javna og spennandi finalu. Íðkararnir fylgdust alla finaluna, og tá allar dúgvurnar í finaluni vóru avgreiddar, vórðu Johnhard Klettheyggj úr Veiðifelagnum Byrsumúli og Alex javnir við 42 dúgvum, og tískil skuldi umskjóting til fyri at avgerða vinnaran. Umskjótingina vann Alex, og samstundis eisini FM ferðasteypi til ognar, fyri tríggjar samanhangandi FM sigrar á rað.

Bronsuna vann Eirikur Elisson úr Eysturskot. Eirikur hevur havt ein steðg frá skjótinini í nøkur ár, men er byrjaður at skjóta aftur í ár.

Unglinga kappingina vann Bartal Klettheyggj, frammanfyri Harry Mikkelsen.

Næsta FM kappingin verður komandi vikuskifti 19-20. august á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum, tá FM í OL trap verður avgreitt. Tilmelding til hesa kapping kemur út á skot.fo seinni í kvøld.

Úrslit
1. Alex Johannesen, EYS
2. Johnhard Klettheyggj, VBM
3. Eirikur Elisson, EYS
4. Esmar Joensen, VBM
5. Carsten Joensen, EYS
6. Høgni Guldbro Jósleivsson, EYS
7. Bárður Poulsen, VBM
8. Bartal Klettheyggj, VBM
9. Kristian Johannessen, EYS
10. Harry Mikkelsen, EYS

Unglingar
1. Bartal Klettheyggj, VBM
2. Harry Mikkelsen, EYS