Kappingarkalendarin hjá SkF fyri 2020, er nú klárur.
Sí kalendara her: Trýst her
Kappingarreglarnar fyri Føroya Cup, Grand Prix og FM fyri 2020, eru eisini klárar.
Sí reglar her: Trýst her
Frá 1. januar 2020 hækkar ferðaískoyti ið SkF letur til skjútta, sum luttekur fyri egna rokning uttanlands, frá 2.000,00 kr. til 3.000,00 kr.
Sí annars teytir her: Kunning í samband við uttanlandsferðir
Kappingarískoyti til limafeløg, ið skipa fyri kappingum fyri SkF, hækkar eisini frá 1. januar 2020, við 50,00 kr. pr skjútta.
Skjótisamband Føroya hevur fingið innbjóðing frá franska skjótisambandinum, til at luttaka á EUROPEAN CHAMPIONSHIP SHOTGUN 2020.
Kappingin er í døgunum 8-20. mai 2020 á tjóðarbreytini í Châteauroux.
Skjúttar sum eru áhugaðir at luttaka, kunnu senda eini boð til skot@skot.fo, so taka vit tað harfrá, sí annars treytir her: https://skot.fo/kunning-i-samband-vid-uttanlandsferdir/
Innbjóðing: FRA – ECH shotgun 2020 chateauroux – status october 2019
Skeet individual verður 9-11 mai.
Tap individual verður 16-18 mai.
NSR verður í Finnlandi í døgunum 4-7. juni í 2020.
Tískil verður úttøku endadagfestingin til NSR dagførd til 31. mars 2020.
Dagførdu úttøkureglarnar síggjast her: NSR 2020
Alex Johannesen úr Eysturskot, gjørdist um vikuskifti føroyameistari í trap leirdúgvuskjóting.
Í finaluni megnaði Alex at skjóta 39 dúgvur, sum vóru tvær meira enn nærmasti kappingarneytin Finn Ludvig úr Veiðifelagnum Byrsumúla.
Nummar 3 bleiv Jón Jacobsen úr Veiðifelagnum Byrsumúla.
Úrslit
1. Alex Johannesen
2. Finn Ludvig
3. Jón Jacobsen
4. Esmar Joensen
5. Johnhard Klettheyggj
6. Petur Skeel Dahl
7. Jónstein Johannesen
8. Bárður Poulsen
9. Sigurd Rasmussen
Byrja verður at skjóta leygardagin 31. august kl. 9:00, og sunnudagin 1. september kl. 13:00.