Leygardagur 2. juli 2022
OL skeet og OL trap á Sandvíkum Tórshavn.
Byrja verður at skjóta klokkan 9:00, og íðkarar skulu møta í seinasta lagi kl. 8:30.
Kappingarnar telja við í Føroya Cup, Grand Prix, makkarakappingini og landsliðsúttøku til ISSF World Championship 2022 í Kroatia, og oyggjaleikirnar 2023 á Guernsey.
Skotin verða 3 innleiðandi umfør, síðani verða finalur.
Í OL skeet verða nýggju 2022 ISSF finalurnar brúktar.
Í OL trap verða 2017 ISSF finalurnar brúktar, men eydnaðst tað at dagføra útgerðina innan kappingina, verða nýggju 2022 ISSF finalurnar brúktar. Program verður kunngjørt seinni.
Til ber at fylgja við úrslitinum, við at trýsta á leinkjurnar niðanfyri.
OL skeet: [ Trýst her ] (lutakasti verður hóskvøldið 30/6)
OL trap: [ Trýst her ] (lutakasti verður hóskvøldið 30/6)
Íðkarar fáa ein matpakka í part frá Føroyaleikum á middegi.
Sunnudagur 3. juli 2022
English skeet og Automatic Ball Trap á Sandvíkum Tórshavn.
Byrja verður at skjóta klokkan 13:00, og íðkarar skulu møta í seinasta lagi kl. 12:30.
Kappingarnar telja við í makkarakappingin hjá Skjótisambandinum.
Skotin verða 3 innleiðandi umfør, síðani verða finalur sambært kappingarreglunum.
Kappingarreglarnar eru týddar, og síggjast niðanfyri. Serliga verður heitt á skeet íðkarar, um at seta seg væl inn í raðfylgjuna av dúgvunum.
Automatic Ball Trap [ Trýst her ]
English Skeet [ Trýst her]
Til ber at fylgja við úrslitinum, við at trýsta á leinkjurnar niðanfyri.
English skeet: [ Trýst her ] (lutakasti verður hóskvøldið 30/6)
Automatic Ball Trap: [ Trýst her ] (lutakasti verður hóskvøldið 30/6)
Kaffi og okkurt søtt aftur við verður til matna.
Vinningar
Tað verður kappast um vøkur serframleidd heiðursmerki, og handanin fer fram aftaná hvørja kapping, men áðrenn handanina skulu allir íðkarar rudda breytina fyri dúgvubrot.
Allir íðkarar kappast í sama bólki, t.v.s. tað verða ikki A ella B bólkar.
Venjing
Í vikuni upp undir Føroyakeikir letur VBM breytina upp fyri venjing, fyri íðkaranum sum hava tilmelda seg leikirnar. Men tekniskar avbjóðingar eru í løtuni á skeet breytini. Fylg við á teirra heimasíðu https://byrsumuli.fo/ hvussu gongur við at rætta brekið.
Kappingastjóri
Trap báðar dagar
Finn Ludvig
Skeet báðar dagar
Jógvan Egholm og
Jógvan Højgaard
Listi við tilmeldingum
https://docs.google.com/spreadsheets/d/1o8rXavcdkfa53XF8kM3u6fR7TlwsNNe27PPasW-dzco/edit?usp=sharing
Góða kapping!
Skjótisamband Føroya
