Fyrri dagur í norðurlandakappingini liðugur

Hetta vikuskifti luttekur føroyska landsliðið í skjóting, í norðurlendska meistaraskapinum í Danmark. Vit hava umboð í OL trap og OL skeet.

Í dag eru fyrstu 75 dúgvurnar útav 125 innleiðandi avgreiddar. Best gekk hjá Tóra Fløtt, sum rakti 72 dúgvur, hetta er nokk til at liggja á einum deildum fyrsta plássi í OL skeet kappingini.

Alex Johannesen rakti 70 dúgvur, og liggur á einum deildum fjórða plássi í OL trap kappingini.

Í morgin verða seinastu 50 dúgvurnar innleiðandi skotnar, og síðani fara 6 teir fremstu íðkararnir víðari til finaluna.

Úrslit frá í dag.

OL skeet
72, Tórur Fløtt
63, Jógvan Egholm
57, Leivur Joensen (unglingur)

OL trap
70, Alex Johannesen
59, Johnhard Klettheyggj
52, Bartal Klettheyggj (unglingur)

Nú skal tað altíð takast fyrivarni, sum t.d. veður vindur og umstøður annars, tá man samanber úrslit í leirdúgvuskjóting. Men akkurát líka sum okkara íðkarar skutu fyrstu 75 innleiðandi dúgvurnar í dag, gjørdu heimsins bestu íðkarar júst tað sama í dag á OL í Paris.

Við einum úrslitið á 72, hevði Tórur verði bara eina dúgvu frá umskjóting at sleppa í eina OL finalu !