Í dag varð fyrsta útav fýra FM kappingum hjá Skjótisamband Føroya avgreidd á breytini hjá Eysturskot úti á Vík í Leirvík.
Kappingina vann Alex Johannesen úr Eysturskot 5 dúgvur frammanfyri teir næstu. Útav 100 dúgvum, megnaði Alex at raka 92. Næstir á listanum vóru Johnhard Klettheyggj og Finn Ludvig, báðir úr Veiðifelagnum Byrsumúla, við 87 dúgvum. Av tí at tað varð javnt í millum Finn og Johnhard mátti umskjóting til fyri at avgera hvør skuldi hava silvuri. Umskjótingin gjørdist sera spennandi, og ikki fyrr enn næst seinasta dúgvan í umskjótingini bleiv skotin, fór Johnhard fram um Finn við einari dúgvu, og fekk tískil silvuri, ímeðan Finn mátti taka til takkar við bronsuna.
FM kapping millum unglingar varð eisini, hesa vann Bartal Klettheyggj úr Veiðifelagnum Byrsumúla, við 62 dúgvum. Næstur bleiv Marius Gardlykke úr Eysturskot við 50 dúgvum.
Næsta FM kappingin verður komandi vikuskifti 24.-25. august, tá FM í OL trap verður á breytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum í Tórshavn.
Úrslit
- Alex Johannesen
- Johnhard Klettheyggj
- Finn Ludvig
- Høgni Guldbro Jósleivsson
- Jeppe Sommer Bruun
- Bartal Klettheyggj
- Esmar Joensen
- Bárður Poulsen
- Kristian johannessen
- Marius Gaardlykke
- Eirikur Elisson
Unglingar
- Bartal Klettheyggj
- Marius Gaardlykke
