
Um vikuskifti bleiv FM í OL skeet avgreitt á breytini hjá Vestmanna Byrsufelag í Vestmanna, og á breytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum í Tórshavn.
Eftir at innleiðandi 125 leirdúgvurnar vóru skotnar, fóru 6 teir fremstu íðkararnar í eina FM finalu har 60 dúgvur skuldu skjótast. Finaluna vann Marius F. Joensen við 55 dúgvum. Hetta er nýtt føroyskt met í ISSF 2017 finalu í OL skeet.
Silvuri vann Tórur Fløtt við 5 dúgvum aftanfyri Marius í finaluni. Bróður Tóra, Jóhann Fløtt vann bronsuna við 35 raktum dúgvum í finaluni.
Í 2012 lat Skjótisamband Føroya ferðasteyp til FM í OL skeet, hetta ferðasteyp kláraði at verða í umfarið í 12 ár, inntil at Marius í dag vann tað til ognar, fyri fimm FM sigrar tilsamans.
Fýra íðkarar luttóku í unglingakappingini, og hesa vann Leivur Joensen við 94 dúgvum. Næstur varð Mattias Eidesgaard við 86 dúgvum. Triðja plássið vann Eli Dam við 75 dúgvum. Fjórða plássi fekk Ragnar Skorheim við 56 dúgvum.
Allir unglingar eru úr Sunda Byrsufelag, og felagið eigur stórt rós uppiborið, fyri at hava eitt so gott ungdómsarbeiði, at teir kunnu manna alla unglinga kappingina einsamallir við fýra íðkarum.
Øll heiðursmerkini í FM OL skeet blivu vunnin av íðkarum úr Sunda Byrsufelag.
Fjórða og seinasta FM kappingin á hesum sinni, verður leygardagin 7. sept. tá nýtt FM í Nordisk Trap verður í Leirvík.
Úrslit
1. Marius F. Joensen
2. Tórur Fløtt
3. Jóhann Fløtt
4. Jógvan Egholm
5. Johnny á Túgvu
6. Eirikur Elisson
7. Pól Jóhannus Smith Jensen
8. Leivur Joensen
9. Hans Erik Smith Jensen
10. Mattias Eidesgaard
11. Eli Dam
12. Ragnar Skorheim
Unglingar
1. Leivur Joensen
2. Mattias Eidesgaard
3. Eli Dam
4. Ragnar Skorheim
Øll úrslit [ Trýst her ]























