Alex Johannesen føroyameistari í Nordisk Trap

Seinasta føroyameistarakappingin í hesum kappingarárinum, varð leygardagin á skjótibreytuni hjá Eysturskot úti á Vík í Leirvík, tá FM í Nordisk Trap fyri fyrstu ferð bleiv avgreitt í Føroyum.

Alex Johannesen vann kappingina við 117 útav 125 dúgvum, hetta er samstundis næsta FM heiti ið Alex vinnur í ár, tí hann vann eisini fyrstu FM kappingin í ár, sum varð í ABT.

Næstur Alex bleiv bróðir hansara Carsten Joensen, sum varð 7 dúgvur aftanfyri Alex. Triðjapláss vann Kristian Johannesen, sum byrjaði at íðka skjóting í fjør. Kristian og Eirikur Elisson vóru javnir á triðja plássið, so umskjóting skuldi til teirra millum, fyri at avgerða bronsuna.

Unglinga kappingina vann Eiler Ludvig Jacobsen við 85 dúgvum. Marius Gaardlykke og Harry Mikkelsen vóru javnir á øðrum plássi, so her skuldi eisini umskjóting til, og hana vann Marius sum sostatt vann silvur, og Harry vann bronsuna.

Allir luttakarnir í FM Nordisk Trap vóru úr Eysturskot.

Tær fýra FM kappingarnar ið Skjótisambandið hevur staði fyri í ár, eru nú avgreiddar. SkF takkar øllum luttakarum, limafeløgum, miðlum og fyriskiparum fyri góðar og vælskipaðar kappingar, og vil við hesum ynskja øllum FM vinnaranum, hjartaliga til lukku við meistaraheitinum.

Úrslit
1. Alex Johannesen
2. Carsten Joensen
3. Kristian Johannesen
4. Eirikur Elisson
5. Jógvan Linklett
6. Jónstein Johannesen
7. Høgni Guldbro Jósleivsson
8. Eiler Ludvig Jacobsen
9. Marius Gaardlykke
10. Harry Mikkelsen
11. Jóhannus Kristmundsson
12. Áslakur Johannesen
13. Mikal Ósbjørnsson
14. Búi Heinesen

Unglingar
1. Eiler Ludvig Jacobsen
2. Marius Gaardlykke
3. Harry Mikkelsen
4. Mikal Ósbjørnsson
5. Búi Heinesen

Øll úrslit [ Trýst her ]