Tá tað gjørdist greitt, at aðalfundurin í norðurlendska skjótisambandinum NSR ikki kundi avgreiðast í Danmark fyrr í ár, tók Skjótisamband Føroya (SkF) av møguleikanum, og bjóðaði seg fram, at verða vertur fyri fundin í Føroyum í staðin.
Hetta varð undirtøka fyri í millum limalondini, og fríggjadagin tann 6. September varð aðalfundurin í NSR fyri 2024, hildin í nýggju felagshølinum hjá Veiðifelagnum Byrsumúla, á Sandvíkum í Tórshavn.
Eftir at formaðurin í SkF, Esmar Joensen hevði boði vælkomin og greitt frá skránni fyri dagin, bleiv orðið lati til danska formansskapin, sum stýrdi restina av fundin.
Á fundinum bleiv m.a. viðgjørt komandi aðalfundurin í Evropeiska Skjótisambandinum, og at EU hevur ætlanir um at seta forboð fyri blýggj høglum í lóðri. Eisini bleiv kunna um nýggju útbúgvingarskipanina av venjarum, sum altjóða skjótisambandið hevur íverksett.
Ongin atkvøðugreiðsla varð neyðug fyri at velja nýggjan formann í NSR, tí Estland bjóðaði seg at taka yvir, og skipa fyri norðurlendskari kapping í Tallin í august 2026. Svøríki bjóðaði samstundis at skipa fyri kappingini í 2028.
Eftir aðalfundin varð skipa fyri skjótikapping millum umboðini frá limalondunum. Kappingina vann forsetin í Estlandi, nummar tvey gjørdist forsetin í Føroyum, og bronsuna vann forsetin í Finnlandi. Umboðini vóru sera hugtikin av nýggju skjótibreytini á Sandvíkum.
Eftir hetta varð farið túr við Skúlvadal Sightseeing, og seinni á kvøldið ein betri biti.
Samanumtikið ein sera góður dagur, og SkF hevur fingið stórt rós aftaná fyri tiltakið. Fleiri hava á orðið, at hetta er ikki seinastu ferð at tey eru í Føroyum.
At bjóða seg fram at verða vertur fyri einum slíkum fundi, er partur av endamálinum hjá SkF, at verða meira virkin á altjóða pallinum, so at okkara íðkarar kunnu fáa størri avbjóðingar.
Limalondini í norðurlendska skjótisambandinum eru: Ísland, Føroyar, Stóra Bretland, Írland, Noregi, Svøríki, Danmark, Finnland, Estland, Letland og Litava.







