ISSF World Cup 2025 í Lonato liðugt

Luttøkan hjá skjótilandsliðinum í World Cup er nú komin at enda.

Hetta er fyrstu ferð at Skjótisambandið úttekur landslið til World Cup, síðan SkF fekk limaskap í altjóða skjótisambandinum ISSF.

At luttaka fyrstu ferð í ein so stórari kapping, er stórsligið, og tá er torført at savna seg um “einføldu” uppgávuna, sum er at skjóta leirdúgvuna, haraftrat hevur øðiligi hitin havt eina ávirkan á føroyska avrikið.

Samlaðu úrslitini síggjast her: https://www.issf-sports.org/competitions/3272/results

Tað sum serliga vakti ans, varð at Alex Johannesen úr Eysturskoti einans misti eina dúgvu seinna dagin í innleiðandi umførunum til finaluna. Hetta er úrslit ið kann javnstillast við heimselituna, men tá fyrri dagur ikki varð eins líka góður, endaði Alex á einum 112 plássi útav 183 íðkarum, sum er er sera flott.

SkF fer nú at fyrireika seg til EM í Frankaríki sum verður 23. juli til 7. august, 6 íðkarar fara at umboða Føroyar til EM, teir eru: Marius F. Joensen, Tórur Fløtt og Jógvan Egholm í OL skeet, og Johnhard Klettheyggj, Bartal Klettheyggj og Esmar Joensen í OL trap.

Alex Johannesen, Esmar Joensen og Johnhard Klettheyggj umboða okkum í OL trap
Alex Johannesen, Esmar Joensen og Johnhard Klettheyggj
Pól Jóhannus Jensen og Tórur Fløtt umboða okkum í OL skeet
Pól Jóhannus Jensen og Tórur Fløtt