EM Châteauroux Frankaríki 2025 – OL trap liðugt

Bartal Klettheyggj, Esmar Joensen og Johnhard Klettheyggj

Seinasta altjóða kappingin í OL trap og OL skeet, sum føroyskir landsliðs íðkarar luttaka í ár, er nú liðug. Kappingin varð EM í OL trap, har tríggir íðkarar umboðaðu Føroyar. Kappingin varð á somu breyt, sum hýsti  OL 2024 í Frankaríki.

Best gekk hjá Bartal Klettheyggj, sum luttók sum unglingur, hann endaði ovarlaga í niðasta triðinginum av unglingum. Hetta vakti ans, og onkur venjari varð so hugtikin av unga 17 ára gamla hoyvíkinginum, at viðkomandi bjóðaði seg fram at hjálpa Bartal víðari í framtíðini, um hann varð áhugaður í tí.

Hetta er fyrstu ferð at Skjótisamband Føroya úttekur landslið til World Cup og EM, síðan SkF fekk limaskap í altjóða skjótisambandinum ISSF og evropeiska skjótisambandinum ESC. At luttaka fyrstu ferð í so stórum kappingum er stórsligið, bæði fyri sersambandið og íðkarar, men vit hava lært eina rúgvu, ið fer at menna okkum enn meira, til at fáa enn betur úrslit í framtíðini.

Í døgunum 23-24. august fer enn eitt føroyskt landslið at luttaka norðurlandameistarakapping, tá kapping í Nordisk Trap er á skránni í Noregi. Londini sum luttaka eru Føroyar, Ísland, Danmark, Noregi og Svøríki. Eysturskot hevur átikið sær, at skipa fyri hesi luttøku vegna SkF.