Um vikuskifti hevur Skjótisamband Føroya skipa fyri FM kapping í OL skeet og OL trap.
Í OL skeet varð ongantíð nakar ivi um hvør fór at vinna, tí Tórur Fløtt vísti styrki frá byrjan, og megnaði at verða heili 10 dúgvur frammanfyri Pól Jóhannus Smith Jensen, sum bleiv nummar tvey við 42 dúgvum í finaluni.
Unglingurin og hondbóltsmálmaðurin Leivur Joensen, hevði eina góða kapping, og megnaði at vinna eitt triðja pláss, við 32 dúgvum í finaluni. Leivur megnaði eisini í kappingini, at skjóta allar 25 dúgvurnar í einum umfarið.
Tríggir íðkarar luttóku í unglingakappingini, og hesa vann Leivur Joensen við 111 dúgvum. Næstur varð Mattias D. Eidesgaard við 88 dúgvum. Triðja plássið vann Eli Dam við 74 dúgvum.
Øll heiðursmerkini í FM OL skeet blivu vunnin av íðkarum úr Sunda Byrsufelag.
Í OL trap varð munandi meira spennandi, tí íðkarar skiftust um at liggja fremst.
Frá tí at fyrsta skoti bleiv lati av leygardagin, til seinastu dúgvuna í finaluni, skiltu ein og tvær dúgvur fremstu íðkararnar, men tá til stykkis kom, dró Alex Johannesen úr Eysturskoti longra stráið, og vann tvær dúgvur framman fyri Finn Ludvig úr Veiðifelagnum Byrsumúla.
Bronsuna vann Johnhard Klettheyggj úr Veiðifelagnum Byrsumúla, og sonurin, Bartal Klettheyggj úr sama felag, vann unglingakappingina.
Vanligt er ikki at skipa fyri hesum báðum FM kappingum sama vikuskifti, men orsaka av altjóða landsliðsluttøku, fekk ein áseting í FM reglunum gildið, ið áleggur at FM skal flytast, um altjóða luttøka fellur saman við eina FM kapping. Og tað gjørdi tað so í ár.
Í ár hevur eisini verði kappast um eitt lið ferðasteyp í OL trap millum Eysturskot og Veiðifelagið Byrsumúla, hesa ferð vann Byrsumúli steypið. Teir ið umboðaðu Byrsumúla á liðinum vórðu, Esmar Joensen og Jón Jacobsen, hesir vórðu samlað tvær dúgvur frammanfyri Eysturskot, ið varð umboða av Alex Johannesen og Høgna G. Jósleivsson.
Seinasta FM kappingin á hesum sinni, verður komandi vikuskifti, leygardagin 6. sept. tá FM í Nordisk Trap verður í úti á Vík í Leirvík.
Úrslit:
FM OL trap
1. Alex Johannesen
2. Finn Ludvig
3. Johnhard Klettheyggj
4. Esmar Joensen
5. Jón Jacobsen
6. Høgni G Jósleivsson
7. Bartal Klettheyggj
8. Bárður Poulsen
FM OL trap – unglingar
1. Bartal Klettheyggj
FM OL skeet
1. Tórur Fløtt
2. Pól Jóhannus Smith Jensen
3. Leivur Joensen
4. Jóannis Joensen
5. Jógvan Egholm
6. Herleif Hammer
7. Magni Dam
8. Mattias Eidesgaard
9. Eirikur Elisson
10. Óla Christian Debes
11. Áslakur Johannesen
12. Eli Dam
FM OL skeet – unglingar
1. Leivur Joensen
2. Mattias Eidesgaard
3. Eli Dam

1. Tórur Fløtt
2. Pól Jóhannus S. Jensen
3. Leivur Joensen

1. Leivur Joensen
2. Mattias D. Eidesgaard
3. Eli Dam

1. Alex Johannesen
2. Finn Ludvig
3. Johnhard Klettheyggj

1. Bartal Klettheyggj
