
Skjótisamband Føroya hevur seinasta hálvt annað árið havt treytaðan limaskap í ESC, treytin fyri at fáa endaligan limaskap, varð at næst komandi aðalfundurin í ESC góðtók limaskapin.
Hetta vikuskifti varð so aðalfundurin hildin í Yerevan í Armenia, og fyrsta mál á skránni varð at atkvøða um føroyska limaskapin. Úrslitið av atkvøðugreiðsluni varð, at ongin varð í móti, tvær blankar og restin atkvøddu fyri.
Við hesum eru føroyska skjóting komin á mál við altjóða limaskapinum, sum sersambandið setti sær fyri at vera limir í.
Limaskapirnir eru hesir:
2020: International Shooting Federation (altjóða) (ISSF)
2021: Nordic Shooting Region (norðurlendska) (NSR)
2025: European Shooting Federation (evropeiska) (ESC)
Við hesum kunnu føroyskir íðkara luttaka í øllum altjóða skjótikappingum, undir egnum flaggi á jøvnum fóti við øll onnur lond í heiminum.

