Avgjørt varð í fjør, at flyta Nordic Shooting Region 2020 til juni í 2021. Nú er so avgjørt, at avlýsa fyri 2021, og í staðin hava kappingina 4-7 aug. 2022.
Skjótisamband Føroya hevur nú fingið limaskap í International Shooting Sport Federation. Føroysk ítróttafólk innan skjóting kunnu sostatt vera við í altjóða kappingum undir føroyskum flaggi
Skjótisamband Føroya kann nú senda síni ítróttafólk til altjóða kappingar undir føroyskum flaggi. Skjótisambandið hevur fingið limaskap í International Shooting Sport Federation, ISSF, eftir at sersambandið fyrstu ferð søkti um limaskap í august 2019.
Føroysk ítróttafólk innan skjóting kunnu sostatt eisini vera við í kappingum, sum Evropeiska Olympiska Nevndin, EOC, skipar fyri. EOC staðfesti endaliga í 2019, at Føroyar sleppa at luttaka undir føroyskum flaggi í EOC-kappingum í teimum ítróttagreinum, har Føroyar hava altjóða limaskap.
– Hetta eru frálík tíðindi – serstakliga fyri menningina av føroyskum skjótiítrótti. Vit eru sera takksom fyri, at ISSF hevur bjóðað okkum vælkomnum upp í felagsskapin. Limaskapurin fer ikki einans at geva okkara ítróttafólkum íblástur, hann fer eisini at geva okkum royndir á hægsta stigi. Vit eru so sera takksom fyri hesi góðu tíðindi, sigur Esmar Joensen, formaður í Skjótisambandi Føroya.
ÍSF fegnast um altjóða limaskapin hjá Skjótisambandinum. Jon Hestoy, varaforseti í ÍSF, sigur, at limaskapurin er enn ein týðandi varði á leiðini at fáa føroyskum ítrótti alsamt fleiri altjóða viðurkenningar.
– Hetta eru stórtíðindi, tá talan er um at menna føroyska skjótiítróttin í komandi árum, og hetta passar sum fótur í hosu við, at vit gera nýggja skjótibreyt, sigur Jon Hestoy.
Hann fegnast um, at alsamt fleiri føroysk ítróttafólk hava fingið høvið at kappast á altjóða stigi undir føroyskum flaggi seinnu árini. Føroyar hava nú altjóða limaskap í 12 ítróttagreinum: bogaskjóting, badminton, dart, fótbólti, hondbólti, parasport, judo, skjóting, svimjing, borðtennis, taekwondo og flogbólti.
Sum kunnugt, so eru oyggjaleikirnir á Guernsey 2021 avlýstir.
SkF hevur viðgjørt støðuna, og avgjørt at fullføra úttøkuna sum ætla, og enda hana 30. apríl 2021.
Teir skjúttar, sum tá hava vunnið seg á ætlaða oyggjaleika landsliðið, fáa nærri boð um hvussu verður við úttøkuni. Ein møguleiki er, at teir í staðin verða úttiknir, at umboða Føroyar, í aðrari kapping uttanlands í 2021.
Tað vil siga, at úttøkan til at luttaka á oyggjaleika landsliðinum í Guernsey 2021, er hervið ógilda, og nýggj úttøka byrjar, tá vit vita meira hvussu verður við leikinum.
Orsaka av serligu umstøðunum, og óvissuni í samband við korona farsóttini í ár, er avgjørt at leingja gildistíðina á vinninginum, sum skjúttar vunnu í 2019 við einum árið, til 31. desember 2021.
Jóannis Joensen úr Sunda Byrsufelag, gjørdist um vikuskifti føroyameistari í skeet leirdúgvuskjóting. Í finaluni megnaði Jóannis, at skjóta 49 dúgvur, sum vóru 2 dúgvur fleiri enn nærmasti kappingarneytin, sum varð Marius F. Joensen eisini úr Sunda Byrsufelag. Nummar 3 bleiv Tórur Fløtt.
Úrslit 1. Jóannis Joensen 2. Marius F. Joensen 3. Tórur Fløtt 4. Sámal Eyðstein Debes 5. Jógvan Egholm 6. Gunnar Sjúrðarson Knudsen 7. Sjúrður Knudsen 8. Johnny á Túgvu 9. Herleif Hammer 10. Magni Dam 11. Jónstein Johannesen 12. Hávarður Fjallstein 13. Benjamin Thomassen 14. Bárður Poulsen
Møtitíð og staður Leygardagin 22. august 2020 kl. 9:00 á breytini hjá Vestmanna Byrsufelag. Skjúttar skulu møta kl. 08:30.
Sunnudagin 23. august 2020 kl. 13:00 á breytini í Sandvíkum. Skjúttar skulu møta kl. 12:30
Tilmelding Tilmelding fer fram við at útfylla hetta oyðublað: >>Trýst her <<
Tilmeldingarfreistin er hósdagin 20. august 2020 kl. 20:00.
Prísur Kostnaðurin fyri kappingina er 250 kr., sum skal gjaldast kontant áðrenn kappingarbyrjan fyrra dagin.
Kappingin Skotið verður eftir 75 dúgvum leygardagin og 50 dúgvum sunnudagin. Síðani fara 6 teir fremstu skjúttarnir í eina finalu, sum verða skotin eftir ISSF OL-skeet finalu reglum.
Fyrri kappingardagurin telur við í Føroya Cup 2020, og í úttøkuni til oyggjaleikir 2021. Endaplássini sunnudagin telja við í Grand Prix 2020.
Vinningar Umframt heiðursmerki og steyp, verða pengavinningar latnir, eftir ávísum treytum.
Sí annars treytir v. m. fyri FM 2020 her: Trýst her
Jón Jacobsen úr Veiðifelagnum Byrsumúla, gjørdist um vikuskifti føroyameistari í TRAP leirdúgvuskjóting.
Í finaluni megnaði Jón at skjóta 43 dúgvur, sum vóru 7 dúgvur fleiri enn nærmasti kappingarneytin, sum varð Alex Johannesen úr Eysturskot.
Nummar 3 bleiv Finn Ludvig úr Veiðifelagnum Byrsumúla.
Úrslit 1. Jón Jacobsen 2. Alex Johannesen 3. Finn Ludvig 4. Bárður Poulsen 5. Kári Joensen 6. Esmar Joensen 7. Sigurd Rasmussen 8. Johnhard Klettheyggj 9. Esmar Andreasen 10. Ásbjørn Mathiasson
Komandi vikuskifti 22. august verður FM í SKEET. Byrja verður at skjóta innleiðandi umførini leygardagin kl. 9:00, og sunnudagin kl. 13:00 verða seinastu umførini og finala skotin. Fyrra dagin verður kappast á skjótibreytini hjá Vestmanna Byrsufelag í Vestmanna, og seinna dagin verður kappast á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum.
1. Jón Jacobsen 2. Alex Johannesen 3. Finn Ludvig Elin Heðinsdóttir Joensen