Category Archives: News

Fyrilestur við Jón Gregersen

Útsetti fyrilesturin við Jón Gregersen, verður mánadagin tann 8. apríl 2019 kl. 19:00-22:00 í ÍSF húsinum.

Fyrilesturin er fyri limir í limafeløgunum undir Skjótisamband Føroya, og tað er ókeypis at luttaka. Men gev okkum líka eitt prei, í seinasta sunnudagin 7. apríl 2019, á skjotisamband@gmail.com, um tú kemur við.

Gott varð, um tit hjálptu til at fáa boðini út til so nógvar skjúttar sum gjørligt.

Innbjóðing Jón Gregsersen (2)

Vinarliga vegna SkF
Esmar Joensen

Hagtøl

Skjótisamband Føroya arbeiðir við at menna eina hagtalsskipan, til skráseting av øllum úrslitum hjá skjúttum í Føroyum.

Málið er, at hagtalsskipanin skal verða grundarlag undir einum almennum styrkislista, sum kemur seinni.

Í løtuni rúmar skipanin úrslit aftur til 2017.

Gott varð, um skjúttar kundu eftirhugt teirra tøl, og sagt frá um teir finnað brek í inntøppingini. 🙂

Leinkjan til hagtalsskipanina:  Trýst her

Oyggjaleikirnir á Gibraltar 2019 (2)

Nummar 2 av 4 úttøkukappingum í skeet, verður á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum, sunnudagin tann 24. februar 2019 kl. 13:00.

Nummar 1 av 4 úttøkukappingum í trap, verður eisini í vikuskiftinum á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum.
Eftir ætlan, verður møtt á breytini leygardagin tann 23. februar 2019 kl. 12:00, og síðani støða tikin til, um skotið verður tá, ella tað verður flutt til sunnudagin.

Seðil til útflýggjan av stuðli til oyggjaleikirnar á Gibraltar 2019

Til limafeløgini í SkF.

SkF stuðlar skjúttum ið skulu kappast um endaligu plássini til oyggjaleikirnar á Gibraltar 2019.

Tit útflýggja stuðulin frá tykkara egnu goymslu, men fáa hann síðani endurgoldnan so hvørt tit lata uppgerð inn til SkF.

Seðil til at fáa endurgoldið stuðulin við, fæst her: Trýst her

Treytirnar fyri at fáa stuðul, síggjast á næstu síðu á seðlinum.

Hesin seðil skal váttast (undirskrivast) av skjútta og vitni, áðrenn stuðulin verður endurgoldin limafelagnum.