SKEET – møtitíð og staður
Leygardagin 1. september 2018 kl. 9:00 á breytini í Sandvíkum (dagf.). Skjúttar skulu møta kl. 08:30.
Sunnudagin 2. september 2018 kl. 13:00 á breytini í Sandvíkum. Skjúttar skulu møta kl. 12:30
TRAP – møtitíð og staður
Leygardagin 1. september 2018 kl. 9:00 á breytini í Sandvíkum. Skjúttar skulu møta kl. 08:30.
Sunnudagin 2. september 2018 kl. 13:00 á breytini í Sandvíkum. Skjúttar skulu møta kl. 12:30.
Tilmelding
Tilmelding fer fram við at senda teldupost til skjotisamband@gmail.com í seinasta lagi hósdagin 30. august kl. 20:00.
Mesta tal av skjúttum til FM-kappingina er 18 í hvørji grein. Um yvirteknað er, verða 18 teir bestu skjúttarnir valdir út eftir styrkislistanum, við at hyggja at trimum teimum bestu úttøkukappingunum í kappingarárinum.
Prísur
Kostnaðurin fyri kappingina er 250 kr., sum skulu gjaldast kontant áðrenn kappingarbyrjan fyrra dagin.
Kappingin
Skotið verður eftir 75 dúgvum leygardagin og 50 dúgvum sunnudagin. Síðani fara 6 teir fremstu skjúttarnir í hvør síni grein, í eina finalu, sum verða skotin eftir ISSF OL-skeet og ISSF OL- trap reglum.
Unglingakappingin er tó liðug aftaná 125 dúgvur.
Fyrri kappingardagurin er samstundis seinasta umfar í FM-liðkappingini, og úttøkuni til bruttohópin til Oyggjaleikir á Gibraltar 2019. Fyrri dagurin, er eisini næst seinasti dagurin í Føroya Cup 2018.
Vinningar
Umframt heiðursmerki og steyp, verða penga vinningar latnir, eftir ávísum treytum.
Í einstaklinga FM kappingini eru vinningarnir soleiðis:
1. vinningur 3.000 kr.
2. vinningur 2.000 kr.
3. vinningur 1.000 kr.
Unglingar fáa somu vinningar, men treytin er, at minst tríggir kappast og hava luttikið í minst trimum almennum kappingum. Skjútti er unglingi til hann fyllir 26 ár.
Vinningarnir í einstaklinga kappingini skulu nýtast skjótingini at frama t.d. skjótivenjingar, skjótiskeið, kappingar, skjótiútgerð o.s.fr. Skjótisambandið skal góðkenna hvat vinningurin skal nýtast til.
Í lið FM kappingini eru vinningarnir soleiðis:
1. Lið vinningur: 750,00 kr. pr. skjútta á liðinum
2. Lið vinningur: 500,00 kr. pr. skjútta á liðinum
3. Lið vinningur: 250,00 kr. pr. skjútta á liðinum
Liðvinningarnir skulu nýtast til eitt sosial tiltak fyri liðið (t.d. út at eta á eini matstovu).
Pengavinningar í einstaklingar kappingini og liðkappingini í 2018, skulu verða brúktir í seinasta lagið 31. des. 2019.
Listi við tilmeldingum sæst her: https://goo.gl/3p7qgF
Vinarliga
Skjótisamband Føroya
Esmar Joensen, formaður