Nú fólkatingsval stendur fyri durum, vil Skjótisamband Føroya minna á, at vit í Føroyum framvegis ikki hava eitt altjóða viðurkent vápnapass, líka sum okkara grannalond hava.
Á sama hátt, sum føroyingar í dag kunnu hava reytt ES-pass, vildi upplagda loysnin fyri skjótiítróttina verið, at okkara ítróttaskjúttar eisini fingu ES-vápnapass. Til hetta krevst eitt politiskt arbeiði mótvegis donskum myndugleikum, at fáa góðkent okkara vápnalóg og trygdarskeið viðvíkjandi byrsum ájavnt við ta donsku.
Hetta eigur ikki at vera nakar trupulleiki, síðan vápnalógin er broytt, og flestu okkara skjúttar umframt vápantrygdarskeið, eisini hava staðið donsku instruktørútbúgvingina í skjóting. Tað er bakvent hjá okkara fólkum, at ferðast uttanlands við vápnum, einum reyðum ES-passi, men ongum vápnapassi, og har man so skal greiða frá, at man er danskur ríkisborgari við ES-passi, men at Føroyar ikki hava nakað slíkt vápnapass, hvørki ES ella føroyskt.
Tað gongur so dánt at greiða frá hesum, tá vit ferðast til Danmarkar, men óvissan er munandi størri, um vit skulu fara longur. Tað er heldur ikki ókent, at fleiri av okkara ítróttarfólkum illa tora at fara til kappingar longur burturi, tí vandin er at tú verður steðgaður og missir vápnið.
Ein skipan við ES-vápnapassi gevur rætt til at ferðast við byrsuni í Evropa. Tað kundi eisini lætt munandi um umsitingina, tí so eigur ikki at vera neyðugt við ”útflutningsloyvi” hvørja ferð, men ístaðin við einari fráboðan um, at farið verður uttanlands við vápni á sama hátt, sum okkara lagsbrøður í grannalondunum gera, tá teir ferðast til kappingar uttanlands.
Skjótisamband Føroya fer tískil at heita á valevni til fólkatingsvalið, um at arbeiða fyri at fáa meira skipað viðurskifti í sambandi við skjótikappingar uttanlands.
At hesi viðurskifti eru greið, vælskipað og uttan størri ivamál, hevur alsamt størri týdning, tí tað gerst alsamt truplari at ferðast við vápnum, soleiðis sum heimurin hevur lagað seg seinnu árini.
Um tað ikki ber til at vinna okkara skjúttum rætt til ES-vápnapassið, eiga tað at verða tikin stig til at fáa gjørt eitt viðurkent føroyskt “vápnapass”, har legitimatión og eyðmerking av einstaka vápninum framgongur týðiliga.
Vinarliga vegna Skjótismaband Føroya
Esmar Joensen
Formaður
