Komandi vikuskifti 24-25. august, byrja føroyameistara kappingarnar í leirdúgvuskjóting.
Kappast verður fyrst í skeet, og vikuskifti eftir, tann 31. august til 1. september, verður kappast í trap.
Fyrri dagur í skeet, verður skotin á skjótibreytini hjá Sunda Byrsufelag á Norðskála, og dagin eftir verður skoti á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum.
Báðir dagarnir í trap, verða skotnir á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum.
Byrjað verður at skjóta innleiðandi umførini leygardag kl. 9:00, og sunnudag kl. 13:00 verða seinastu umførini, umframt finalurnar skotnar.
Aftrat heiðurin at verða føroyameistari, telur kappingin eisini við í Føroya Cup, Grand Prix og í úttøkuni til landsliðs hópin, sum skal luttaka í norðurlandameistara kappingini í Finnlandi næsta ár.
SKEET TRAP