Kunning í samband við oyggjaleikirnar á Guernsey 2021

Leygardagin 15. februar 2020 verður F-16 kappingin, og við somu kapping, byrjar eisini úttøkan til oyggjaleikirnar á Guernsey 2021.

Úttøkureglarnir eru klárar, men vit mangla at fáa svar uppá tveir spurningar frá Guernsey, áðrenn vit kunnu almannakunngera teir.

Úttøkan byrjar sum sagt leygardagin, og endar í næsta ár, eina viku áðrenn nøvnini skulu verða inni. Ongin bruttuhópur ella eyka úttøkukappingar verða til komandi oyggjaleikir.