Vaksandi avbjóðingar fyri føroyskari ítróttarskjóting

Í samband við vaksandi virksemi, hevur Skjótisamband Føroya (SkF) fyri fyrstu ferð í søguni sett fastlønt starvsfólk í starv hjá sersambandinum.

Tann 1. juli 2020, byrjar Herleif Hammer sum skrivstovu / samskipari / skrivarahjálp hjá SkF (vanliga nevnt aðalskrivari)

Herleif hevur royndir innan leirdúgvuskjóting í Føroyum, og tí bleiv mett, at hann varð skikkaður til starvið.

SkF arbeiðir miðvíst við at fáa føroyska ítróttarskjóting altjóða viðurkenda, og í hesum sambandið er umsókn send til ISSF, um føroyskan limaskap, sum merkir m.a. at føroyskir skjúttar kunnu luttaka undir egnum flaggi til m.a. World Cup og norðurlandameistarakapping. Ein av uppgávunum hjá Herleif, verður m.a. at fylgja upp og røkja hesa uppgávu.

Vit ynskja Herleif hjartaliga tillukku við nýggja starvinum, og gleða okkum til samstarvið okkara millum.