Tórur Fløtt nýtt met

Um vikuskifti bleiv skipa fyri 34 ára føðingardagskappingini í SKEET hjá Sunda Byrsufelag.

Kappingina vann 23 ára gamli Tórur Fløtt, við at raka 53 útav 60 dúgvum í finaluni. Hetta er samstundis nýtt føroyskt met í eini skeet finalu, hjá einum føroyskum skeet skjútta, gamla metið varð 50.

Nr. 2 gjørdist Jóannis Joensen við 43 í finaluni, og nr. 3 bleiv Marius F. Joensen við 37 í finaluni.
Marius hevur verðið burturstaddur síðan februar mánað, men allíkavæl megnaði hann at skjóta 68 av teimum fyrstu 75 í innleiðandi umførunum.

Øll úrslitini frá kappingini síggjast her:
http://esmarj-dev1.westeurope.cloudapp.azure.com/skfresults/html/Competition_139.html

Næsta kappingin verður ikki fyrr enn 25-26. juli, tá Tórshamar Open er á skránni. Tann kappingin verður á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum, kappast verður tá bæði í TRAP og SKEET.