Føroyameistarin í leirdúgvuskjóting 2020 skal finnast

Komandi vikuskifti 15-16. august, byrja føroyameistara kappingarnar í leirdúgvuskjóting.

Byrja verður við at kappast TRAP, og vikuskifti eftir tann 22-23. august, verður kappast í SKEET.

Báðir dagarnir í TRAP, verða avgreiddir á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum.

Fyrri dagur í SKEET verður skotin á skjótibreytini hjá Vestmanna Byrsufelag í Vestmanna, og dagin eftir verður skoti á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum.

Leygardag verður byrja kl. 9:00, og sunnudag verður byrja kl. 13:00. Uml. kl. 16:00 sunnudagin, er greitt hvør er føroyameistari.

Aftrat heiðurin at verða føroyameistari, telur kappingin eisini við í Føroya Cup, Grand Prix og í úttøkuni til oyggjaleikirnar á Guernsey komandi ár.

SKEET
TRAP