Kappingarárið 2023 skotið í gongd

Kappingarárið 2023 bleiv í dag skotið í gongd við F80 føðingardagskappingini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla. Kappingin telur við í úttøkuni til oyggjaleikir 2023 á Guernsey, og altjóða landsliðsúttøkuni hjá Skjótisambandinum, men hóast veðrið og umstøður vóru frálíkar, varð ongin broyting í støðuni í oyggjaleikaúttøkuni 2023.

Nú er bert ein heimlig kapping eftir, til greitt verður hvør hevur vunnið pláss á landsliðinum, at umboða Føroyar á oyggjaleikinum 2023. Í skeet verður tað 37 ára kappingin tann 15. apríl, sum avgerð úrslitið av úttøkuni í skeet, og í trap verður tað flaggdagskappingin tann 22. apríl, sum avgerð úttøkuna í trap.

Úrslit frá kappingini í dag: [ Trýst her ]

Støðan í oyggjaleika úttøkuni:
Trap [ Trýst her ]
Skeet [ Trýst her ]

4 teir fremstu í hvørjari grein, hava vunnið landsliðspláss til oyggjaleikir 2023.