Føroyameistara (FM) kappingin í OL TRAP 2023

Møtitíð og staður
Leygardagin 19. august 2023 kl. 9:00 á breytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum Tórshavn. Íðkarar skulu møta kl. 08:30. (dómsnevnd møtir kl. 8:15 at góðkenna dúgvur)

Sunnudagin 20. august 2023 kl. 13:00 á breytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum Tórshavn. Íðkarar skulu møta kl. 12:30. (dómsnevnd møtir kl. 12:15 at góðkenna dúgvur)

Tilmelding
Tilmelding fer fram við at útfylla hetta oyðublað: >>Trýst her<<

Tilmeldingarfreistin er hósdagin 17. august 2023 kl. 20:00.

Tilmeldingar dagførdar 16. aug. 2023 kl. 18:00
300, Alex Johannesen
100, Bartal Klettheyggj (U)
300, Bárður Poulsen
100, Bogi Hendrikson Olsen (U)
300, Eirikur Elisson
300, Esmar Joensen
300, Finn Ludvig
100, Harry Mikkelsen (U)
300, Høgni Guldbro Jósleivsson
300, Johnhard Klettheyggj
300, Jón Jacobsen
300, Jeppe Sommer Bruun
300, Kristian johannessen
300, Per S. Hansen

Prísur
Kostnaðurin fyri kappingina er 100 kr. fyri unglingar og 300 kr. fyri restina. Tú er unglingur, um tú er 21 ár ella yngri, tá kalendara árið byrjar.

Luttøkugjaldið skal flytast á konto 9181 4159154 í seinasta lagi 18. august 2023 kl. 23:59.

Kappingin
Skotið verður eftir 75 dúgvum leygardagin og 50 dúgvum sunnudagin. Síðani fara 6 teir fremstu íðkararnir í eina finalu, sum verður avgreidd eftir ISSF 2017 OL-trap finalu reglum.

Fyrri kappingardagurin telur við í Føroya Cup 2023. Endaplássini sunnudagin telja við í Grand Prix 2023.

Unglingakappingin endar eftir innleiðandi umførini.

Allir íðkarar kappast í sama bólki, t.v.s. tað verða ikki A ella B bólkar.

Vinningar
Umframt heiðursmerki, steyp og ferðasteyp, verða pengavinningar latnir, eftir ávísum treytum.

Reglugerðin fyri ferðasteypið sæst her: Trýst her

Venjing
Í vikuni upp til FM, letur VBM breytina upp fyri venjing, fyri íðkaranum sum hava tilmelda seg til kappingina. Fylg við á teirra facebook síðu ella heimasíðu, nær breytin er opin.

Sí annars fleiri treytir v. m. fyri FM her: Trýst her